Ofta býr fals undir fríðum skinni

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn
-----
Suðurstreymoy er miðdepil landsins. Aldargamal siður er at fólk av bygd, koma til Havnar á ting og samstundis fáa avgreitt síni ørindi hjá tí almenna.?Hóast nýggja tøkni er Havnin framvegis miðdepil landsins, og tað er enn sum áður sjálvsagt, at umsiting landsins og allar hægri útbúgvingar liggja í høvuðstaðnum. Hesir stovnar styrkja hvør um annan og synergiágóðin av hesum, ger tað munin lættari at fáa væl útbúgvin fólk.?Her hevur tó seinastu árini verið ein miðvísur ágangur frá landsstýrisfólkum av bygd. Tey toga umsiting og skúlar til síni økið, og fáa harvið tær eyka skattainntøkunar til heimbygd sína, umframt nakrar atkvøður í gamla valdøminum. Sum oftast verður hetta gjørt á miðari nátt og uttan nakra sakliga viðgerð og atlit til heildina.

Tí má okkara býráð nú sanna orðatakið ”ofta býr fals undir fríðum skinni”. Landstýrisfólk av bygd hava sum heild enn ikki víst í verki, at tey eru landstýrisfólk fyri annað enn tað valdømi tey upprunaliga koma frá. Hetta er beinleiðis í andsøgn við tankan um eitt valdømi, og vísir tað seg tíverri, at løgtings- og landsstýrisfólk við heimstaði í Suðurstreymoy einki fáa gjørt við hetta. Tí má Tórshavnar kommuna nú verja borg og royna at varðveita hesi arbeiðs og útbúgvingarpláss. Hetta skal gerast, bæði við at ávirka løgtingsfólk, men eisini við at gera umstøður og karmar hjá hesum stovnum so góðar sum til ber - hetta soleiðis, at vit kunna varðveita hesar stovnar har teir hoyra heima, í høvuðsstaði landsins, Tórshavn.

Vil tú sum eg verja borg, varðveita umsiting og økja um útbúgvingartilboð í suðurstreymoy, so er valið lætt tá krossurin skal setast 13 Novembur.