Okkurt av offrunum, sum vórðu stungin og skorin við knívi í Norðdepli síðsta summar, vóru í alvorligum lívsvanda og hjá øðrum kundi lívsvandi staðist av.
Tað vísa tær teknisku royndirnar, sum læknarnir hava gjørt, nú ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at taka lívið av fýra fólkum í Norðdepli tann 14. juli síðsta summar.
Mánadagin byrjaði nevningating, har 12 nevningar, og ein dómari, skulu taka støðu til, um maðurin er sekur, og, hvørja revsing hann skal hava, ella um hann er ósekur.
Álvarsligur lívsvandi
Eitt prógv, ákærin hevur lagt fram, eru læknaváttanir um, støðuna hjá teimum fýra fólkunum, sum vórðu stungin og skorin.
Og niðurstøðan er, at okkurt av offrunum var í álvarsligan lívsvanda, har skjót viðgerð var neyðug fyri at bjarga lívinum.
Okkurt annað av offrunum kundi eisini komið í lívsvanda, tí tey vóru stungin tætt við stórar pulsæðrar.
Eitt av offrunum hevði tríggjar stingir og skurðir á hálsinum og á rygginum og kundi havt verið í lívsvanda, tí skurðurin í hálsinum var tætt við pulsin.
Eitt annað av offrinum hevði 22 stingir og skurðir í hálsinum, á rygginum og ymsastaðni aðrastaðni á kroppinum og eitt triðja offur hevði eisini trý sár í andlitinum og alboganum.
Ringast stóð til hjá fjórða offrinum, sum hevði fimm stingir og sár á kroppinum, har serliga stingir í búkin vóru so meinir, at hann var í álvarsligum lívsvanda.
Ávirkaður av Rúsdrekka
Vápnið, sum er brúkt í ógerninginum er ikki funnið, men læknarnir siga, at tað er væl trúligt, at tað er knívur, sum hevur elvt til sárini.
Annars vísa kanningar, at maðurin, sum er ákærdur, var ávirkaður av rúsdrekka, tí blóðroyndirnar vístu, at hann hevði 1,06 promillu í blóðunum ein góðan hálvan tíma eftir, at hann varð handtikin klokkan 9.35 hendan sunnumorgunin.
Mett verður at hann hevði onkustaðni ímillum 1,2 og 1,5 promillum í blóðunum, tá ið fólkini vórðu álopin.
Hinvegin vísti blóðroyndirnar ongi spor av heilivági ella rúsevnum í blóðunum.
Læknarnir meta harafturat, at hann er ikki sinnissjúkur og var heldur ikki sinnissjúkur. tá ið hann, sambært ákæranum, skal hava framt ógerningin.