Øtast um øl spæl á Facebook

- Øl spælið Neknominations leggur eitt stórt trýst á tey ungu, og tað er ein trupulleiki, sigur fyribyrgingarráðgevi í Bláa Krossi, Jóngerð Nielsen

- Hetta er ein keðilig trend, sum er beint nú, tí tað leggur eitt stórt trýst á tey ungu.

 

Soleiðis sigur Jóngerð Nielsen, sum er fyribyrgingarráðgevi í Bláa Krossi og hevur serliga fingist við økið ung og rúsdrekka, um øl spælið Neknominations, sum av álvara ger um seg á Facebook í hesum døgum. 

 

Les eisini: Øl spæl hittar á Facebook

 

Spælið snýr seg um at drekka ein hálvan litur av øl skjótast gjørtligt, og tá tú hevur drukkið, skalt tú nevna nøvnini á teimum persónunum, sum tú vilt hava at gera tað sama.

 

Alt hetta verður tikið upp á video, og síðani verður upptøkan løgd út á Facebook.

 

Jóngerð Nielsen heldur, at øl spælið kann leggja nógv ung undir eitt ávíst trýst.

 

- Tey koma undir eitt trýst á fleiri ymsar mátar. Fyrst og fremst ganga tey høgt uppí at fáa viðmerkingar og like´s til alt tað, tey leggja út, og tískil vilja tey eisini taka av eini slíkari avbjóðing sum Neknominations, soleiðis at tey fáa eitt sindur av uppmerksemi tann vegin. Harnæst ímyndi eg mær, at fleiri velja at taka av avbjóðingini, hóast tey ikki hava hug at drekka, men gera tað fyri ikki at verða hildin uttanfyri, sigur Jóngerð Nielsen og heldur fram:

 

- Ein partur av ungdómsmentan snýr seg um at tora og at vera kul, og tí er ikki óhugsandi, at fleiri ung koma upp í hetta spælið, bara soleiðis at tey ikki skulu kenna seg annarleiðis enn øll hini, sigur Jóngerð Nielsen.

 

Hon dylir ikki fyri, at henni á ongan hátt dámar virtuella øl spælið.

 

- Hetta er keðiligt og hevur eina negativa ávirkan á tey ungu. Bæði børn og ung í dag hava eina øgiliga tráðan eftir at fáa viðurkenning eitt nú umvegis Facebook, og tá so rúsdrekka nú er komið upp í leikin, tá haldi eg, at tað er for galið, sigur Jóngerð Nielsen.