Stigatalvan segði, at tað fór at verða javnt, og at heimaliðið var lítil favorittur, men soleiðis gekk tað als ikki, tá ið teir næstbestu hjá B68 í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.
Á B36 liðnum eru nógvir ungir og sera evnaríkir spælarar. Onkrir hava longu snoddað til besta liðið, og fleiri fara heilt víst næstu árini at gera seg galdandi í bestu deildini.
Í dag vann B36 5-0 á Svangaskarði ímóti B36. Hálvleiksstøðan var 2-0, og tølini siga, at gestirnir vóru omaná. Hetta er størsti sigurin hjá næstbesta liðnum hjá B36 í næstbestu deildini síðani 22. august í 2020. Tá vann B36 9-2 ímóti HB.
Venjari hjá næstbesta B36 liðnum er Øssur Hansen, fyrrverandi spælari og venjari hjá B68, sum í dag av álvara sá út til at vita, hvussu bilbukt skuldi fáast við barndómsfelagið.
Sámal Jákup Jacobsen og Eliesar Johannesen skoraði innanfyri fimm minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seinna partin av seinna hálvleiki skoraðu Carl Mikkelsen og Emil W. Joensen (2) mál.
Bæði B68 og B36 hava sjey stig.
Hósdagin fær B36 vitjan av KÍ, og tá fær B68 vitjan av toppliðnum á Skála.










