Øssur Mohr á Art Copenhagen

Øssur Mohr vísir fram á stórari listastevnu.

Í ár er Øssur Mohr millum útvaldu listafólkini á Art Copenhagen.

 

Art Copenhagen er ein altjóða liststevna, sum verður hildin í Danmark. Hetta er 18. ferð, at skipað verður fyri Art Copenhagen. Í ár verður stevnan hildin í døgunum 19. septembur til 21. septembur í Forus Copenhagen. Í fjør vóru yvir 9.000 vitjandi á listmessuni.

 

Øssur Mohr verður eisini sjálvur at hitta á básinum fríggjadagin millum klokkan 16 og 20 og leygardagin millum klokkan 11 og 13.