Øssur: Ikki havt tað so svárt síðani U17 landsliðið tapti 0-12 (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð og høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen um 8-0 sigurin hjá KÍ

##med2##

 

Fleiri vikur undan norðoyastevnu lat KÍ skottelt upp við Djúpumýru. B68 stóð fyri skotum í dag, og mátti heimaftur við einum sekki uppá 0-8. KÍ koyrdi aftur í dag við fullari ferð og hondbremsan var ongantíð slept.

 

KÍ – B68 (5-0)

 

1-0: Heini Vatnsdal (11.)

 

2-0: Bob Sumareh (22.)

 

3-0: Árni Frederiksberg (27.)

 

4-0: Jóannes Bjartalíð br. (33.)

 

5-0: Lars Daniel Bjørkman (38.)

 

6-0: Odmar Færø (60.)

 

7-0: Jasper Van Der Heyden (67.)

 

8-0: Jóannes Bjartalíð (90. +)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð og høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen.

 

Jóannes Bjartalíð er sera nøgdur við, at hann og liðfelagarnir koyrdu á allan dystin og ikki slakkaðu av. Nú gleðir Jóannes seg at sleppa út til Runavíkar komandi leygardag at spæla móti NSÍ. Har ætlar hann avgjørt, at KÍ skal fáa hevnd fyri tapið í kappingini um løgmanssteypið. 

 

Øssur Hansen sigur kensluna hann hevði í dag minna um kensluna hann hevði á sinni sum landsliðsvenjari hjá U17 kvinnulandsliðnum, tá tær í einum undankappingardysti tapti 0-12. Øssur heldur, at ein má eisini staðfesta, at KÍ er eitt óvanliga sterkt og vælspælandi lið, og tá teir ikki góvu B68-spælarunum frið at byggja sítt spæl upp, men vóru á teimum alla tíðina gjørdist tað sera tungt hjá B68. 

 

(Samrøður: Jóannes Bjartalíð og Øssur Hansen)