Á Svangaskarði eru teir í B68 av álvara farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Onkrir spælarar eru lagstir aftrat síðani kappingarlok, André Olsen er nýggjur hjálparvenjari í felagnum, har hann vaks upp, og sum heldur til bara fáar hundrað metrar frá barndómsheimi hansara, og nú er tað greitt, hvør verður venjari í B68 tvey tey næstu árini.
Tofta Ítróttarfelag boðar frá, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við Øssur Hansen. Sáttmálin sigur, at Øssur Hansen verður venjari hjá fremsta liðnum í barndómsfelagnum í hvussu so er fram til og við 2023.
Øssur tók við sum B68 venjari seint á sumri í 2019. Í fjør fluttu B68 og Øssur upp í bestu deildina, og í ár rukku venjarin og lið hansara væl og virðiliga málið, sum var at varðveita plássið í bestu deildini, tí B68 endaði á áttanda plássi. Nú fyrireika Øssur og teir seg til at vinna fleiri stig, enn tey 25, sum teir vunnu síðsta kappingarár.