Øsing um at kvinna varð revsað við píski

Øði breiðir seg í Iran, eftir at ein kvinna er pískað, tí hon ikki bar turriklæði.

 

Í september 2022 førdi deyðin hjá Masha Amini til hópmótmæli í Iran og øðrum stórbýum kring heimin. (Arkivfoto). - Foto: Markus Schreiber/Ritzau Scanpix

Tað hava mannarættindastríðsfólk upplýst sambært tíðindastovuni dpa.

Iranski dómstólurin hevur dømt kurdisku stríðskvinnuna Roya Heshmati 74 pískasløg.

Hon hevur í einum uppslag á Facebook lýst útinnanina av revsingini.

Iranski dómstólurin hevur váttað pískasløgini. Tey vóru í samsvar við lógina, er upplýst á heimasíðuni Mizan, sum er almenna samskiftisrásin fyri dómstólarnar í landinum.

Á sosialu miðlunum øsa fólk seg um revsingina.

Roya Heshmati hevur lýst staðið, har pískasløgini vóru latin, sum eitt »miðaldarligt torturkamar«.

/ritzau/

 

Í september 2022 førdi deyðin hjá Masha Amini til hópmótmæli í Iran og øðrum stórbýum kring heimin. (Arkivfoto). - Foto: Markus Schreiber/Ritzau Scanpix