REALITYSJÓNVARP: Seinastu árini, hevur tað verið eitt rák at vera ein reality stjórna. Realitysjónvarp, har ið serliga ung fólk luttaka, gera sendingar har alt verður víst. Eingin partur av lívinum hjá luttakarunum verður goymdur, men alt verður víst á opnum skýggja.
Anna Debes Hentze er sálarfrøðingur, og hon heldur at tørvurin hjá ungum fólkum at luttaka í tílíkum sendingum, kemst av tørvinum fyri at verða nakað serligt.
Hon heldur at tey, ið luttaka í realitysjónvarpi, gera tað fyri at verða nakað, og fyri at hava týdning, bæði samfelagssliga, men serliga í eygunum hjá øðrum.
- Um man ikki er á, og um man ikki hevur ‘spotlightið’ á sær, so er man ikki líka 'inn' sum hini, sigur Anna.
Man er nakað tá ið øll síggja teg, og man heldur seg fyrst hava týdning tá ið man verður sæddur sum nakað serligt í eygunum hjá hinum, og tað hevur øgiliga nógv við at vera í rampiljósinum at gera, sigur hon.
Anna heldur, at tey flestu vilja verða nakað serligt, og tá kann tað gerast sera strævi, tí ein skal altíð royna at skilja seg út frá mongdini.
- Rákið er soleiðis, at um man ikki er á, so er man ikki 'inn', og so er man heldur ikki nakað serligt, sigur Anna.
Spurd um, hví hon heldur at tey ungu hava hendan tørvin á at verða stjórnan, sigur Anna, at tað nokk kemst av tí at tey ungu ikki hava so nógvan identitet annars.
- Tey flestu ungu í dag eru undir lestnaði so leingi, at tey ikki fáa nakran arbeiðsidentitet fyrr enn tey eru fyrst í 30árinum. tá man bara lesur og lesur, so er man allatíð 'áveg' til at verða nakað, men man er ikki orduliga har enn, sigur Anna.
Tá ið man hinvegin er realitystjórna, so er man nokk so nógv eina løtu, tí tá eru øll eyguni vend ímóti einum, heldur hon.
- Tá man er stjørnan, er man nakað í eyguni á øðrum, og tá er tað kanska líkamikið um man lukkast ella ikki, tí rampiljósið er á einum óansæð, sigur Anna at enda.










