Øll vælkomin at leypa í havið á ólavsøku

Tey vilja hava so nógv at leypa útí av Molanum sum gjørligt

Dugir tú at svimja, ert tú vælkomin til eitt heldur frískligt tiltak á ólavsøku.

 

Eftir kappróðurin eru øll, sum duga at svimja, vælkomin at leypa útí á Molanum og at svimja inn í krókin.

Tað er Havnar Svimjifelag, sum aftur í ár skipar fyri havsvimjing aftan á kappróðurin á ólavsøku.

 

Tey siga, at tey vilja hava so nógvar svimjarar sum gjørligt. Høvi verður at skifta í einum húsi á bryggjuni og har verða eisini ansað eftir klæðunum, ímeðan svomið verður.

 

- Dugir tú at svimja, og eigur tú, ella kanst tú læna eina líkinda drakt, er ikki at halda seg aftur, siga tey í Havnar Svimjifelag

- Teinurin tey svimja, er 420 metrar og tað er ein fínur teinur fyri óroynd, leggja tey afturat.

 

Tað er neyðugt at melda til hjá felagnum og kappingin er skipað í fýra bólkar.

- Kvinnur Opin bólkur

- Kvinnur Masters, tað eru kvinnur, sum eru 25 ár og eldri

- Menn Opin bólkur

- Menn Masters, tað eru menn sum eru 25 ár og eldri

- Svomið verður frá endanum á Molanum, inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og har skulu teir vera har í seinasta lagi tá ið áttamannaførini fara at rógva.

 

Havnar Svimjifelag sigur tey trygdin er í hásæti, tí bæði lækni, sjúkrasystrar og sterkir menn eru á landi og í bátum at hjálpa til, skuldi okkurt tikið seg upp, og somuleiðis er ein bátur ið tryggjar, at óviðkomandi bátar halda seg burtur.

 

Harumframt eru tveir lágir gummibátar, ein, ið fylgir teimum fremstu svimjarunum, og ein, ið fylgir teimum aftastu.

Vinnararnir fáa steyp og heiðursmerki beinanvegin úrslitið er greitt

 

Hetta er fjórðu ferð í nýggjari tíð, at havsvimjing er á ólavsøku.

Fyrstu ferð, skipað varð fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku, var í 1912.

Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.

Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949, og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.

 

Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, skipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954, men so í 2010 varð tátturin tikin upp aftur.