Øll søgulig føroysk landkort eru nú tøk á netinum

Fyri stuttum bleiv føroyakortið føroyskt, tá kortmyndugleikin bleiv yvirtikin. Tey flestu av teim søguligu føroysku kortunum liggja framvegis hjá danska kortmyndugleikanum, sum nú hevur avgjørt at gera tey almenn. 

 

Tað skrivar Umhvørvisstovan í dag.

Talan er um yvir 600 kort sum eru framleidd í tíðarskeiðinum frá ár 1895 fram til 2013. Umframt at síggja kortini, ber eisini til at taka tey niður og prenta tey.

Nógv áhugaverd kort eru at finna, og her eru nøkur dømi.

Allar tríggjar útgávurnar av máliborðsbløðunum frá árunum 1900, 1938 og 1990 eru tøkar. Til saman er hetta umleið 300 kort.

Nógv onnur kort úr Føroyum eru eisini til taks í savninum.

Kortini liggja á www.historiskekort.dk, saman við kortum úr Danmark og Grønlandi. Tað er danski kortstovnurin “Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering”, sum umsitur síðuna. Leinkja til føroyska partin er eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Fyribils kunnu kortini einans síggjast á teldum, skrivar Umhvørvisstovan.