Øll skulu fáa nøktandi endurvenjing

Rætturin til endurvenjing eftir sjúkralegu skal staðfestast við lóg.

Landsstýrisfólkini Karsten Hansen og Annika Olsen hava í dag gjørt semju um, at rætturin til endurvenjing og endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið eigur at verða staðfestur við lóg.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í longri tíð arbeitt við at loysa tær avbjóðingar, ið eru viðvíkjandi endurvenjing/endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið í Føroyum. Fleiri snávingarsteinar hava verið á vegnum, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið semju við landsstýriskvinnuna í almannamálum um, hvussu víðari skal farast fram í málinum.

Landsstýrisfólkini eru samd um, at rætturin til endurvenjing/endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið eigur at verða staðfestur við lóg. Eisini eigur at verða tryggjað, at sjúklingar, sum hava fingið viðgerð og endurvenjing á sjúkrahúsverkinum, og sum verða útskrivaðir, so skjótt sum gjørligt fáa nøktandi endurvenjing/endurmenning frá almannaverkinum. Tryggjast má, at sjúklingar ikki detta niðurímillum, soleiðis at teir ikki fáa tilboð um endurvenjing/endurmenning.

 

Landsstýrisfólkini seta ein verkætlanarbólk, við starvsfólkum úr almanna- og heilsumálaráðnum, at standa fyri arbeiðinum. Heilsumálaráðið hevur verkætlanarleiðsluna. Verkætlanarbólkurin eigur at víðkast við umboðum frá kommununum. Verkætlanarlýsing verður gjørd fyrst í komandi ári.

 

Við hesari semju vóna landsstýrisfólkini, at fáa eina vælvirkandi og samanhangandi endurvenjing/endurmenning at virka í Føroyum. Ein tænasta, sum skal bjóða øllum sjúklinginum nøktandi endurvenjing/endurmenning frá tí at tørvur verður staðfestur og til tess at sjúklingurin, í tann mun tað ber til, aftur er vorðin sjálvhjálpin og er komin trygt til sættis í sínum gerandislívi.