Átta menn og ein kvinna

Á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag mánadagin var nevndin afturvald.

 

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen. Allir vórðu teir afturvaldir.

 

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita Bogi Jacobsen, formaður, Høgni Hansen, næstformaður, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen.