Øll minnast hvar tey vóru undir Jólaódnini

Í dag eru akkurát 25 ár síðani tiltiknasta og mest umrødda ódn nakrantíð, herjaði Føroyar.

Í dag, tann 21. desember, eru 25 ár liðin síðani tiltikna Jólaódnin herjaði landið.

 

Hetta var ein serlig ódn, sum var sera hørð og elvdi til fleiri skaðar kring landið.

Kári Sólstein, journalistur, hevur verið gestur hjá Rás2, har hann greiddi frá, hvussu hann minnist hesa tiltiknu ódnina.

 

-Tey flestu minnast væl, hvar tey vóru hetta kvøldið og hvussu tey upplivdu ódnina, greiður Kári Sólstein frá.

 

Og tað er ikki uttan orsøk. Jólaódnin var nakað heilt serstakt, og veðurfrøðingar siga, at vanliga eru eini 1.000 ár ímillum slíkar ódnir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kára Sólstein greiða frá.