Øll lastin við fyrsta neyðhjálparskipinum í Gaza komin í land

– Øll lastin er fingin í land og kann býtast út í Gaza, stendur í fráboðan frá World Central Kitchen.

 

Skipið »Open Arms« sigldi týsdagin úr Kýpros við mati sum fyrsta skip av fleiri á eini leið, sum USA og ES stuðla. Øll lastin í neyðhjálparskipinum er í morgun fingin í land og klára at býta út til fólk í Gaza. - Foto: Israel Defense Forces/Reuters

Øll lastin úr fyrsta skipinum við neyðhjálp til Gaza er tíðliga í morgun fingin í land.

Tað upplýsir amerikanski neyðhjálparbólkurin World Central Kitchen.

Skipið »Open Arms« fór týsdagin úr Kýpros við mati sum fyrsta skip í eini sjóleið, sum ES og USA stuðla. Skipið kom til Gaza fríggjadagin.

– Øll lastin er fingin í land og er klár at verða býtt út í Gaza, stendur í fráboðan frá World Central Kitchen, sum skipar fyri veitingini.

– Talan er um næstan 200 tons mat, sigur neyðhjálparbólkurin, sum er við at senda enn eitt skipa avstað við 240 tonsum av mati til Gaza úr Kýpros.

– Hetta skipið hevur við dósamat og stórar nøgdir av bønum, gularótum, dósatuni, maisi, rísi, mjøli, olju og salti, verður sagt. 

Enn er ógreitt, um nær annað skipið, sum eisini hevur vð ein trukk og ein krana, siglir ímóti Gaza.

ST hevur ávarað um, at borgarar í Gaza eftir kríggi í fleiri mánaðir eru í álvarsligum vanda fyri hungursneyð. Tað búgva 2,3 milliónir palestinar í tí nú sundurbumbaða Gaza. Gazageirin er til støddar eitt sindur minni enn Streymoy.

Tað er vónleysur tørvur á mati, eftir at Ísrael hevur forða fyri flestu lastbilafylgjum við mati, vatni, heilivági og øðrum neyðhjálparvørum.

Ísraelski heurin upplýsir, at tey hava sett hermenn kring fyribils molan, sum World Central Kitchen hevur bygt í Gaza.

– Skipið hevur verið fyri umfatandi trygdarkanningum, verður sagt úr Ísrael.

/ritzau/AFP

 

Skipið »Open Arms« sigldi týsdagin úr Kýpros við mati sum fyrsta skip av fleiri á eini leið, sum USA og ES stuðla. Øll lastin í neyðhjálparskipinum er í morgun fingin í land og klára at býta út til fólk í Gaza. - Foto: Israel Defense Forces/Reuters