Í næst síðstu viku var svenski LPG-instruktørurin, Lis Marie Bihel, á vitjan hjá Ergo Vælveru í J.C.Svabosgøtu 6 í Havn, har hon lærdi øll starvsfólkini at arbeiða við einari spildurnýggjari LPG-maskinu, sum vælverustovan hjá Beintu Við Sandá Lassen nú hevur keypt.
Hetta er ein sera framkomin maskina og er hin fyrsta av sínum slag í danska kongaríkinum. Íløgan í nýggju maskinuna er umleið 300.000 krónur.
Lis Marie er altjóða góðkendur LPG-instruktørur og hevur arbeitt við hesi viðgerð burtur av í tíggju ár. Sjálv hevur hon egna viðgerðarstovu uttanfyri Stokholm í Svøríki, har hon burtur av veitir LPG-viðgerðir og hevur úr at gera.
Nú hevur hon so verið í Føroyum og hevur útbúgvið øll, sum starvast hjá Ergo Vælveru, í at brúka hesa nýggju maskinuna. Skeiðið vardi í tríggjar dagar, atta tímar hvønn dagin.
Ergo Vælvera hevur veitt LPG-viðgerðir í fýra ár við einari eldri maskinu, sum nú eisini verður dagførd og fer at verða brúkt á vælverustovuni, sum Ergo Vælvera hevur á Tvøroyri.
Beinta Við Sandá Lassen hevur áður tikið grundskeið í LPG-viðgerð, og tí hevur tað eisini verið hon, sum hevur tikið sær av hesum viðgerðum. Nú hava so øll starvsfólkini hjá Ergo Vælveru somu førleikar, umframt at tær hava fingið nógv meira at vita um allar teir møguleikar, sum liggja í nýggju maskinuni.
- LPG-viðgerðir eru royndar í nógv ár, og tað er vísundaliga prógvað, at viðgerðirnar á ymiskan hátt hava eina stóra og positiva ávirkan á likamið, sigur eigarin av Ergo Vælveru.
Søgan aftanfyri LPG er ein franskur verkfrøðingur, Louis Paul (haðani bókstavirnir eru), sum kom út fyri stórari vanlukku, har hann brendi seg rættiliga illa. Fransmaðurin helt, at viðgerðin fyri síni brunasár var ikki nóg góð og fór tí sjálvur í holt við at konstruera og framleiða eitt tól, sum seinni gjørdist henda LPG-maskina.
Maskinan gjørdist við tíðini ein kollvelting fyri fleiri ymiskar likamsviðgerðir, og í dag er LPG heimsførandi maskinan innan mekaniska kyknu-stimulering, har mett verður, at miljónir eru vorðin hjálpt við teimum viðgerðum, ið maskinan kann veita.










