Øll føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Nykøbing Falster og Keypmannhavn kappast í endaspælinum og Ajax kappast í niðurflytingarbólkinum

Úrtøkan gjørdist vánaligt hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið.

 

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax taptu í dag á heimavølli í niðurflytingarbólkinum 27-29 (1514) fyri Sønderjyske í niðurflytingarbólkinum. 

 

Súna skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Lív skoraði eitt mál.

 

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn máttu í endaspælsbólki 2 á heimavølli í dag leggja rygg til eitt 19-30 (10-14) stórtap móti Herning-Ikast. 

 

Pernille skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Ígjár tapti liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster 24-25 (14-13) fyri Viborg á útivølli í endaspælsbólki 1. Kappingarneytin hjá Anniku, Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster allan dystin.