Øll børn í triðja flokki kannast

- Talan er um 700 børn, sum skulu kannast fyri at vita, um tey eru orðblind

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað, at børn, sum eru orðblind, fáa ov lítla hjálp, og funnist hevur verið at, at viðhvørt er tað ikki, fyrrenn í miðnámsskúla, at tað kemur undan kavi, at næmingar eru orðblindir.

 

 Men nú verður sjøtul settur á eitt arbeiðið at hjálpa orðblindum børnum longu tíðliga í barnaskúlanum og sostatt skulu øll børnini í triðja flokki nú til kanningar at vita um tey eru orðblind.

 

Tey eru eini 700 í tali og í hesum sambandi hava lærarar úr øllum skúlum í landinum, sum frammanundan er serkønir á økinum, verið á skeiðið í at gera hesa serligu royndina, siga Mona N. Steintún og Torgunn Poulsen á Sernáni, við Skúlablaðið.

 

- Verður orðblindni staðfest, verður mælt til, at skúlin setir tiltøk í verk, soleiðis at  næmingurin fær bestu og røttu hjálpina, sigur Skúlablaðið.

 

Kanningarnar verða nú, og so aftur í oktober. Men so er ætlanin at kanna mæmingarnar aftur í vár at vita, um tey tiltøk, sum eru sett í verk at hjálpa teimum, sum eru orðblind, hava hjálpt.