Runavíkar kommuna eigur nógvar skúlabygningar, og støðugt verða ábøtur gjørdar á skúlarnar. Stór orka er higartil løgd í at dagføra Skála skúla, har eitt nú øll vindeyguni eru skift.
- Í komandi ári verður skjøtil settur á eina dagføring av Glyvra skúla. Skúlin er stórur, og vítt er um at fara. Í fyrstu atløgu verður miðjað eftir at skifta takið á skúlanum.
Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Eftir summarfrítíðina byrjaðu 32 børn, tveir lærarar, tveir námsfrøðingar og tveir stuðlar í forskúla á Glyvrum.
- Ábøtur eru framdar á niðastu hæddini í Glyvra skúla fyri, at skúlin kundi vera til reiðar at taka ímóti forskúlabørnum eftir summarfrítíðina.
Borgarstjórin vísir á, at forskúlin á Glyvrum hevur fingið navnið Brúgvin.
- Saman við forskúlanum á Skála, sum hevur virkað í nøkur ár og forskúlanum í Frískúlanum Kelduni, er Brúgvin við til at tryggja, at øll børn í Runavíkar kommunu hava atgongd til forskúlatilboð.
Magnus Rasmussen, sum sjálvur er útbúgvin lærari, heldur, at tað verður spennandi at síggja, hvussu forskúlin fer at styrkja yvirgongdina millum barnaansingina og skúlan.