Øktur samhandil millum Russland og Kina

Handilin hjá Kina við Russland í fjør var einans 2,4 prosent, meðan 18 prosent av handlinum hjá Russlandi sama ár var við Kina.

Ein týsk kanning vísir, at samhandilin millum Russland og Kina er nógv øktur seinastu árini, og kanningin vísir eisini, at Kina er týdningarmesti handilsligi samstarvsparturin hjá Russlandi. 

 

Týski stovnurin, sum hevur gjørt hesa kanning, er Institut der deutschen Wirtschaft (IW) í Køln, og í kanningini sæst eisini, at Russland er ein av týdningarmestu orkuveitarunum hjá Kina.

 

Virðið av vøruhandlinum millum hesi bæði londini er sambært almennum kinesiskum tølum vaksið úr sløkum 800 miljardum krónum í 2017 upp í næstan 1400 miljardir krónur í 2021.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur úr týsku frágreiðingini, og her er soleiðis talan um norskar krónur. Norska krónan er væl lægri enn hin danska og liggur á umleið 0,73.

 

Í februar í ár boðaðu Russland og Kina frá, at ætlanir eru um at veksa enn meira um samhandilin, soleiðis at virðið kemur upp á slakar 2.400 miljardir innan 2024.

 

Men, á handilsligum stigi hevur kineski marknaðurin nógv størri týdning fyri russiska marknaðin, enn hin russiski hevur fyri Kina, tí Russland er næstan ikki at finna á listanum hjá Kina yvir týdningarmiklar handilspartar.

 

Handilin hjá Kina við Russland í fjør var einans 2,4 prosent, meðan 18 prosent av handlinum hjá Russlandi sama ár var við Kina.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at kríggið í Ukraina hevur økt um russiska útflutningin til Kina orsakað av evropeiskum stongsli.

 

Russiski útflutningurin av koli til Kina øktist í fjør við 26 prosentum, og 15 prosent av kinesiska oljuinnflutninginum kom eisini úr Russlandi.

 

Haraftrat er Russland á triðja plássi millum lond, sum selja gass til Kina, og soleiðis er Russland ein av stóru orkuveitarunum hjá Kina.