Ødegaard besti leikarin í Premier League í november og desember

24 ára gamli norski leikarin hevur verið sera eyðsýndur fyri Arsenal seinastu dystirnar

24 ára gamli framrættaði norski miðvallarin hjá oddaliðnum í Premier League, Arsenal er valdur at vera besti leikarin í Premier League í november og desember. 

 

Orsøkin til, at Premier League velur leikaran fyri tveir mánaðar hesaferð er, at kappingin lá still stóran part av november og í desember orsaka av HM-endaspælinum í Katar. 

 

Aðrir sum vóru í uppskoti til at vinna heiðurin vóru Casemiro, Erling Haaland, Ben Mee, Joao Palhinha, Marcus Rashford, Bukayo Saka og Kieran Trippier.

 

Martin Ødegaard hevur verið sera eyðsýndur. Og í fýra teimum seinastu dystunum fyri Arsenal hevur hann skorað trý mál, og hevur lagt upp til trý mál.

 

Teir sum umframt Martin Ødegaard higartil hava vunnið heiðurin at vera mánaðarins leikari í Premier League hetta kappingarárið eru Erling Haaland hjá Manchester City (august), Marcus Rashford hjá Manchester United (september), og Miguel Almiron hjá Newcastle United (november).

 

Klokkan 16.30 sunnudagin vitja Martin Ødegaard lokalu arvafíggindarnar í Norður-London, Tottenham á útivølli.