OECD: Arbeiðsloysið fer upp á 10 prosent

Nýggjar forsagnir hjá OECD vísa, at arbeiðsloysið í limalondunum verður 9,9 prosent um árslok næsta ár OECD sigur,at fer tann nýggja metingin at halda, merkir tað, at 57 milliónir fólk í limalondunum vera arbeiðsleys um árslok næsta ár. Tað eru 25 milliónir fleiri enn fyri tveimum árum síðani.

Arbeiðsloysið hevur ikki verið so stórt í OECD-londunum síðani í 1970, tá tað var 9,8 prosent. Til sammetingar kann nevnast, at fyri tveimum árum síðani var tað 5,8 prosent.

Aðalskrivarin í felagsskapinum, Angel Gurria, sigur við Reuters, at arbeiðsloysið fer at tálma búskapargongdini í langa tíð frameftir.