Ódnirnar, sum hava herjað í seinastuni, fara ikki at føra til, at tryggingargjøldini fara at hækka.
Tað siga bæði Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum og Janus Thomsen, stjóri í Trygd.
Vit hava verið hart rakt av ódnarstormum í seinastuni. Sum tað sæst í aðrari grein á in.fo fyrr í ár, var ein rættilig skaðaódn í 2011 og bara hesa síðstu vikuna hava fleiri ódnir verið, sum eisini hava elvt til stórar skaðar.
Men tryggingarfeløgini siga, at tryggingargjøldini verða ikki ásett frá ódn til ódn.
Teir báðir stjórarnir eru samdir um, at tá ið tryggingargjøld verða ásett, er tað eitt úrslit av eini vælgrundaðari meting um støðuna yvir rættiliga langa tíð.
Men stjórin í Trygd tekur kortini ávíst fyrivarni.
- Fyrr hava tað verið rættiliga nógv ár ímillum skaðaódnirnar. Men nú hava vit havt eina rættiliga skaðaódn í 2011 og aftur nú í 2013.
Og koma vit hartil, at vit fara at verða rakt av skaðastormun annaðhvørt ár, er tað greitt, at vit vera noydd at eftirmeta tryggingargjøldini, sigu Janus Thomsen.
- Men tryggingargjøldini eru stutt síðani lækkað rættiliga nógv og ongar ætlanir eru um at broyta gjøldini, sigur Janus Thomsen.
Eisini Regin Hammer staðfestir, at tryggingargjøldini eru úrslitið av eini meting av gongdini yvir eina langa tíð.
Og hetta verður ikki broyt upp ella niður av einstøkum hendingum.
- Vit høvdu rættiliga skaðastorm í 2011, men stutt eftir lækkaðu tryggingargjøldini eini 20 prosent, sum man vera ein hin størsta lækkingin yvirhøvur, kanska tann størsta
Regin Hammer vísir eisini á, at hugburðurin hjá fólki til at rudda rundanum húsini og tryggja tað, sum kann fara í stormi og elva til skaða, er rættiliga nógv batnaður seinastu árini.
- Samstundis eru vit farin at smíða betri og sterkari hús og alt tað byrgir fyri rættiliga nógvum skaða.
Og so slepst heldur ikki undan, at nógv av tí, sum er skrivisligt, er longu farið í luftina, leggur hann afturat.
Les eisini: Fingu fráboðan um 1.650 skaðar
|









