Ein føroyingur spældi allan dystin og tapti, ein annar føroyingur fekk bara átta minuttir á vøllinum og tapti, og liðið hjá triðja føroyinginum vann, men føroyingurin slapp ikki á vøllin. Talan var avgjørt um ein minni góðan føroyskan dag í norskum fótbólti í dag.
Odmar Færø var við frá byrjan hjá Ham Kam, tá teir í dysti í næstbestu norsku deildini taptu 0-2 móti Oslo KFUM á útivølli. Oslo KFUM fekk síni mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Odmar Færø fekk gult kort tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. HamKam er nummar 12 í OBOS-liguni við 13 stigum. Bert seks stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.
Meinhard E. Olsen slapp á vøllin tá 85 minuttir vóru farnir av heimadystinum hjá Kristiansund í bestu norsku fótbóltsdeildini móti Stabæk. Fýra minuttir aftaná Meinhard var komin á vøllin skoraði fílabeinsstrandingurin, Franck Boli sigursmálið hjá Stabæk uppá brotsspark.
Brann Bergen vann 1-0 á Lillestrøm á Brann leikvøllinum í Bergen. Gilbert Koomson skoraði sigursmálið í 73. minutti. Tíverri fekk Gilli Rólantsson onga spælitíð í dag.
Støðan í bestu norsku deildini:
Tippiligan: | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | Molde | 13 dystir | 9 | 1 | 3 | 32:12 | 28 stig | |
2. | Odd | 11 | 8 | 1 | 2 | 18:9 | 25 | |
3. | Bodø/Glimt | 11 | 7 | 2 | 2 | 25:16 | 23 | |
4. | Brann Bergen | 13 | 6 | 3 | 4 | 16:14 | 21 | |
5. | Vaalerenga | 12 | 5 | 3 | 4 | 18:17 | 18 | |
6. | Kristiansund | 12 | 5 | 3 | 4 | 12:12 | 18 | |
7. | Viking | 11 | 5 | 2 | 4 | 18:17 | 17 | |
8. | Haugesund | 12 | 4 | 4 | 4 | 18:13 | 16 | |
9. | Rosenborg | 12 | 4 | 3 | 5 | 11:15 | 15 | |
10. | Ranheim | 12 | 4 | 2 | 6 | 14:18 | 14 | |
11. | Tromsø | 12 | 4 | 1 | 7 | 12:19 | 13 | |
12. | Lillestrøm | 12 | 3 | 3 | 6 | 10:18 | 12 | |
13. | Sarpsborg 08 | 11 | 2 | 5 | 4 | 10:12 | 11 | |
14. | Mjøndalen | 12 | 2 | 5 | 5 | 17:23 | 11 | |
15. | Stabæk | 10 | 3 | 1 | 6 | 7:14 | 10 | |
16. | Strømsgodset | 12 | 2 | 3 | 7 | 12:21 | 9 |