Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður í morgin klokkan 17. Á tíðindafundinum vóru Odmar Færø og Håkan Ericson, landsliðsvenjari. Odmar Færø legði fyri á enskum til UEFA TV.
- Vit vænta ein torføran dyst móti Moldova, men vit gleða okkum at sleppa at spæla á heimavølli og frammanfyri okkara egnu áskoðarum. Moldova er eitt lið í framgongd, men vit hava tann fyrimunin, at vit hava spælt móti teimum fyri kortum, sigur Odmar Færø.
Hann fekk eisini spurningin frá Agnari Prestá á Portalinum, um hvat fyri framgongd Moldova hevur havt?
- Tann størsti munurin er nokk, at teir hava sjálvsálit. Síðani vit spældu móti teimum seinast hava teir spælt javnleik móti Kekkia og vunnið á Póllandi. Tað er stórur munur á, tá ellivu mans spæla við sjálvaliti og ikki, sigur Odmar Færø, eftir at Håkan Ericson hevur verið inni á tí taktiska.
Serligt við Odmari Færø er, at hann í ár hevur spælt nógvar krevjandi dystir í ár. Hann letur tók væl at. Bæði at standinum er góður til dystin og til restina av árinum.
- Beint nú restar bara tað seinasta í, so eri eg komin heilt fyri meg til dystin. Persónliga havi eg verið heppin hetta tíðarskeiðið, tí kroppurin megnar at koam fyri seg. Tað góða á landsliðnum er, at vit hava nógv góð fólk at ansa eftir okkum. Tað er matur, fysio og so víðari, sigur Odmar Færø og leggur afturat:
- Eitt annað fyri okkum familjumenninar er, at vit sleppa at sova. Tað er tað brúk fyri. Felags fyri bæði landsliðið og KÍ er, at vit klára at koma fyri okkum.
Dysturin millum Føroyar og Moldova verður í morgin klokkan 17.