Tað kom óvart á tey flestu, tá KÍ brádliga kundi kunngera at Odmar Færø sum nýggjan miðverja hetta kappingarárið.
- Eg skilji væl at tey blivu bilsin í B36, men tey flestu hava skrivað til mín at tey skilja mína avgerð. Tey seta eisini prís upp á, at eg gav alt, sum eg átti fyri B36 í 11 ár, sigur Odmar Færø.
Hann var við á KÍ-liðnum, sum vann Stórsteypadystin í mars mánaði, og harvið Stórsteypið fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum. Tað hevur verið nakað av útskiftingin í hópinum. Lyklaspælarar sum Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic eru farin av landinum saman við Torbjørn Grytten, Magnus Stamnestrø og Darius Lewis.
Tilgongdin telur Alessio Hyseni, sum kemur úr AC Horsens í Superliguni í Danmark, Sebastian Avanzini og tríggjar spælarar úr HamKam. Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen og Abubakar Ibrahim Aliyu. Síðstnevndi hevur ikki fingið loyvini upp á pláss enn, meðan samstarvið við Sebastian Avanzini er endað. Hann fekk ikki familjulívið at hanga saman við at vera í Føroyum.
Sleppa ikki at verða mettir
- Tað er avbera torført at vinna FM, so eg meldi ikki út at vit skulu vinna, men vit fara eftir at vinna. Vit hava spælararnar til tað, men tað eru eisini onnur viðurskifti, ið spæla inn. Eitt nú tað sálarliga. Hygg bara eftir HB, sum vinnur við met nógvum stigum í 2018, men klára seg ikki eins væl við somu spælarum árið eftir, vísur Odmar Færø á.
##med2##
Hann metir eisini, at KÍ við Mikkjali Thomassen hevur rætta venjaran til at tryggja, at KÍ ikki endar í somu støðu sum eitt nú HB í 2019.
- Í Klaksvík sleppur tú ikki at verða mettur. Eg kann ikki siga at tað ikki hendir, men Mikkjal Thomassen leggur longu lunnar undir, at vit skulu vinna aftur. Hann er kanska tann venjarin, sum hevur flest amboð til at takla eina slíka støðu, sigur Odmar Færø.
##med3##
KÍ byrjar á heimavølli móti B36, ið eini endurtøku av FM-finaluni í fjør, tá KÍ vann 3-0 í Gundadali. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Betri deildin menn 1. umfar:
Leygardagin 9. mai:
NSÍ-TB (15.00)
HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-ÍF (16.00)
KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1
AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1