Eftir 2-2 javnleikin í Aserbadjan leygardagin skal føroyska U21-landsliðið longur aftur í eldin í kvøld. Tá skal útidysturin móti Grikkalandi avgreiðast. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Odmar Færø úr B36 ikki verður tøkur hjá venjarunum Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham í morgin. Hann er skaddur. Verjuleikarin, sum eisini hevur roynt seg á miðvøllinum, er einasta fráveran. Bill McLeod Jacobsen staðfestir á heimasíðuni hjá FSF, at hýrurin í føroyska ferðalagnum er góður, og ikki minst er úrslitið í Baku leygardagin orsøk til hetta. Hetta gevur somuleiðis vónir um, at føroyingarnir fara at standa seg væl móti Grikkalandi. Dysturin byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð.