Odmar: Ergiligt at skula spæla færri EM-undankappingardystir

Menning krevur nógvar dystir heldur verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø

Ein landsliðsleikari sum ikki er so fegin um komandi EM-undankappingarleistin hjá UEFA, ið fer at geva færri EM-undankappingardystir er verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø.

 

Framyvir vera 12 EM-undankappingarbólkar við fimm ella fýra liðum. Og eru vit óheppin koma vit bert at spæla seks EM-undankappingardystir.

 

Um 54 landslið minus EM-vertstjóðin eru við í EM-undankappingini merkir tað seks bólkar við fimm liðum, og seks bólkar við fýra liðum.

 

Til hesa undankappingina eru 10 bólkar við fimm ella seks liðum.

 

- Ein mennir seg við at spæla nógvar dystir, og so hava vit verið eyka hepnir summi ár, har trý ella fýra av mótstøðuliðunum hava verið veruliga góð og sterk at spæla ímóti. So eg vildi sagt, at tað er ergiligt, at vit skulu spæla færri dystir, púra víst. Sigur Odmar Færø.