2. deild
Hóast tað var væntandi dysturin millum AB og KÍ, sum tók myndina í aðru deild, so vórðu eisini fýra aðrir dystir á skránni. Dystir, sum tó ikki broyttu stórvegis um myndina í oddinum á stigatalvuni.
Á Tvøroyri var næstbesta B36-liðið komið á vitjan, og her lótu heimamenninir ongan sum helst iva vera um úrslitið. Olivur Abrahamsen var serliga maðurin, sum gjørdi um seg, og afturat hat-trickinum hjá honum, komu eisini Hallur Christiansen og Birgir Rasmussen á talvuna, áðrenn Bogi á Borg móti dystarenda fekk pyntað nakað um úrslitið.
FS Vágar hevur havt tað hampuliga tungt seinastu tíðina, men heldur ikki hjá teimum var nakar ivi, tá teir á heimavølli tóku ímóti botnliðnum, VB. Ikki minni enn 7-0 gjørdist endaliga úrslitið, og við fýra teimum seinastu málunum gjørdist Sonny Johansen stóri maðurin í hesum dystinum.
Leirvíkingar hava veruliga reist seg síðani summarsteðgin, og eftir 3-0 sigurin á AB í seinasta umfarinum, vundu teir hesaferð burtur úr Royn, sum varð sent heim við 0-4 í viðførinum.
Seinasti dysturin í deildini varð leiktur sunnudagin, tá B71 vitjaði í Sumba. Her staðfestu sandoyingarnir, at teir enn vilja vera við í oddastríðnum. Úrslitið gjørdist ein tryggur 4-1 sigur til gulu menninar, sum sostatt halda fast um triðja plássið. Bert tvey stig aftan fyri TB.
Úrslit í 11. umfari:
TB-B36 6-1
1-0 Olivur Abrahamsen
2-0 Birgir Rasmusen
3-0 Olivur Abrahamsen
4-0 Hallur Christiansen
5-0 Hallur Christiansen
6-0 Olivur Abrahamsen
6-1 Bogi á Borg
FS Vágar-VB 7-0
1-0 Birgir Joensen
2-0 Wellington
3-0 Kim Poulsen
4-0 Sonny Johansen
5-0 Sonny Johansen
6-0 Sonny Johansen
7-0 Sonny Johansen
LÍF-Royn 4-0
1-0 Petur Sjúrðaberg
2-0 Magnus Skoralíð
3-0 ?
4-0 Andreas á Lava Olsen
AB-Royn
AB vann uttan dyst
Sumba-B71 1-4
0-1: Jónsvein Thomsen
0-2: Jónsvein Thomsen
0-3: Clayton Soares
1-3: Dánjal Johan Joensen
1-4: Eli Hentze