Oddur Højgaard skoraði reint hattrick

Eitt korter brúkti hann upp á at venda einum 2-3 tapi til 5-3 sigur. Tá hann varð skiftur inn eitt gott korter fyri leiklok, var støðan 2-3 til Víking, men tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu fer, hevði Oddur Højgaard skorað trý mál og harvið tryggjað B68 trý stig.

 

Talan var um sanna málveistlu á Toftum í kvøld. B68 byrjaði øgiligt og eftir eitt gott korter var støðan 2-0 til heimaliðið. Fyrst var Geza Turi óheppin, sum umvegis ein liðfelaga, boksaði bóltin í egið mál eftir hornaspark, og síðani var tað Pól Jóhannus Justinussen sum økti um leiðsluna.

 

Víkingur kom tó sterkt aftur og tá farið var til hálvleiks førdu teir 2-3. Súni Olsen minkaði um munin eftir eitt-tvey spæl við Finn Justinussen, tá góðir 20 minuttir vóru spældir.

Tá 38 minuttir vóru spældir stóð á jøvnum 2-2, har Sølvi Vatnhamar fekk bóltin í mál eftir innlegg úr høgru.

Leiðslumálið hjá Víkingi kom minuttin fyri steðgin, tá Sverri Jacobsen snittaði eitt frísparksinnlegg frá Súna Olsen í netið.

 

Í seinna hálvleiki trýsti B68 øgiligt fyri at javna, meðan Víkingur hótti við kontraálopum. Umleið tíggju minuttir fyri leiklok javnar B68 loksins, tá innskifti Oddur Højgaard stútar eitt fínt mál í kassan, har Kristian Anton Andreassen átti innleggið úr høgru.

Fáar minuttir seinni kloddar Geza Turi aftur í tí, missir eitt hornasparksinnlegg niður í høvdið á Odduri Højgaard, sum hevur lætt spæl og stútar B68 framum.

Og mín sann um Oddur Højgaard ikki slapp at staðfesta sigurin og sín egna hetjuleiklut, tá hann í yvirtíðini skoraði hattrick eftir at hann og Óli Olsen fóru í kontraálop og Óli Olsen legði bóltin tvørur um til Oddur Højgaard, sum trillaði bóltin í netið til 5-3.

 

B68 ? Víkingur 5-3 (2-3)

1-0 Sjálvmál, 3.

2-0 Pól Jóhannus Justinussen, 17.

2-1 Súni Olsen, 21.

2-2 Sølvi Vatnhamar, 38.

2-3 Sverri Jacobsen, 44.

3-3 Oddur Højgaard, 81.

4-3 Oddur Højgaard, 86.

5-3 Oddur Højgaard, 90.