Oddgrein· Val sum væntað

Tað hevur leingi prutlað undir lokinum í samgonguni og skrædlið í gjárkvøldið kann ikki vera komið óvæntað á nakran. Síðan persónskiftið í Sambandsflokkinum hevur ein partur av hesum flokki miðvíst stýrt móti einum broti við hinar samgonguflokkarnar. Tað kunnu vera nógvar orsøkir eitt nú persónligt agg og persónlig politisk vónbrot hjá ávísum sambandsmonnum – altso eitt slag av takk fyri seinast til løgmann og til fólkaflokkin frá ”tjóðveldisvonginum” í sambandsflokkinum..

Hinvegin er eingin orsøk at ivast um tey reint politisku motivini hjá Sambandsflokkinum ella við øðrum orðum: flokkurin kundi ikki liva við teimum sera útreiðslukrevjandi málum, sum eru samtykt ella sum eftir øllum at døma fóru at verða samtykt á tingi. Afturat hesum kemur so tann ábyrgdarleysi yvirbjóðingarpolitikkur, sum hevur eyðkent ávísar samgongutingmenn seinasta hálva árið. Hetta hevur ivaleyst argað og ørkymlað sambandsfólk, sum gjarna vilja síggjast sum tey fíggjarliga og búskaparliga ábyrgdarfullu í føroyskum politikki.

 

Sjálvt um ein kann skilja “tjóðveldisvongin” í sambandsflokkinum, so skerst ikki burt, at slitið merkir eitt stórt vónbrot fyri ikki bert teir landsstýrismenn, hvørs stórmál liggja á tingborði, men eisini fyri fjøld av fólki, sum hava sæð fram til nakrar týdningarmiklar og harðliga tiltrongdar ábøtur á almannaøkinum, útbúgvingarøkinum og vinnuøkinum. Royndir frá øðrum valum í ótíð vísa, at tað fara at ganga eitt til tvey ár, áðrenn hesi mál verða avgreidd, um tey yvirhøvur verða avgreidd. Tað kann jú hugsast, at ein heilt onnur samgonga kemur til og blakar øll hesi mál í pappírskurvina.

 

Stóri spurningurin er, um postalínið eftir valið kann klinkast aftur ella skaðin er so stórur og sárini so djúp, at her vendist ikki aftur. Tað er ilt at spáa um, men tað tykist sum løgmaður og formenninir í ávikavist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava hug at halda fram, um valið gevur teimum møguleikan. Teir høvdu í hvussu so er ein forsónligan tóna í sínum viðmerkingum. Hinvegin er tað almenn vitan, at teir kanska ikki hava baklandið við. Tað er í hvussu so er meira enn ivasamt, um allur Sambandsflokkurin stendur aftan fyri formannin. Livst so spyrst.

 

Sosialurin