Tey flestu munnu geva formanninum í Tjóðveldisflokkinum rætt, tá hann týsdagin viðmerkti, at valið kom ov tíðliga. Ósemjan í Tjóðveldisflokkinum er hvørki loyst ella hevur lagt seg. Tingbólkurin og eykaflokstingið hava talað og eftir teimum niðurstøðunum, skal Torbjørn Jacobsen útihýsast, sum tað verður sagt so diplomatiskt. Men dómurin er ikki framdur í verki - Torbjørn ber framvegis høvdið.
Torbjørn verður tikin fram, tí hann er í eini lyklastøðu við atliti til fólkatingsvalið. Hann fekk 870 persónligar atkvøður, og stillar Tjóðveldisflokkurin hann ikki á listan, missir flokkurin í hvussu er nakað av hesum atkvøðunum. Í Suðuroy fekk Torbjørn nógvar atkvøður, tí hann hevði lagt Heilsuskúlan í Suðuroy, og hesar takkar-atkvøðurnar vóru neyvan tjóðveldisatkvøður.
Samanbera vit Tjóðveldisflokkin við Javnaðarflokkin, vóru bara 400 atkvøður á muni. Tjóðveldisflokkurin skal missa 200 atkvøður og tað kann lættliga henda, tí ein ósemja skapar ikki trúvirði. Javnaðarflokkurin skal afturímóti hava 200 atkvøður atkvøður afturat og tað kann hann lættliga fáa. Partvíst tí at flokkurin er komin í landsstýrið, hevur løgmann, sum higartil hevur klárað seg væl, og partvíst tí at flokkurin hevur fingið tveir royndar og vældámdar politikkarar í Suðurstreymoy afturat. Hugsað verður um Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstyris- og løgtingslim, og Heðin Mortensen, borgarstjóra.
Á seinasta fólkatingsvali kláraði Javnaðarflokkurin seg ikki væl í høvuðsstaðnum. Stillar hann upp við sterkastu manning, er einki at ivast í, at í høvuðsstaðarøkinum kann flokkurin fáa nakrar hundrað atkvøður afturat. Harafturat kemur, at næsti maður ella næsta kvinna helst kemur úr hesum valdøminum, um vit rokna við, at floksformaðurin, Jóannes Eidesgaard, fær flestar atkvøður. At Lisbeth Petersen ikki stillar upp, kann gera, at atkvøður frá nøkrum kvinnum fella til eina sterka javnaðarkvinnu í staðin.
Sambandsflokkurin var størstur á valinum í 2001. Ringt er at meta, um formansskiftið hevur nakran týdning, men mótmælisatkvøður ímóti fullveldislandsstýrinum skuldi natúrliga fallið burtur. So er spurningurin, um hesar og persónligar atkvøður fyri Lisbeth Petersen gera, at Sambandsflokkurin fellur niður í millum. Men kanska Edmund Joensen kann gera eitt comeback! Hvar Fólkaflokkurin liggur, er ringt at siga, men bara eitt mál at vinna fólkatingssessin kann geva fólkafloksfólki viljan til at reka hart 8. februar. Tí í síðsta enda, kann raksturin avgera valið, so ópolitiskt tað annars er. Og stillar fyrrverandi løgmaður upp kann tað eisini fáa stóran týdning fyri flokkin, tá hugsað verður um møguligan samhuga hann kann fáa eftir viðferðina hann fekk á sinni. So hvør veit, kanska enda fólkatingssessirnir aftur hjá Javnaðarflokki og Fólkaflokki.
Men neyvan er nakar ivi um, at Tjóðveldisflokkurin vil gera ALT fyri at vinna sessin aftur. Um so ein semja skal til við Tórbjørn Jacobsen. Ella kanska er tað júst eitt val nú sum kann tvinga partarnar saman aftur. Og kanska hóvar tað øllum best tá avtornar.