Oddfríður Marni Rasmussen hevur vunnið bókhandlaravirðislønina, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Vinningurin er 100.000 krónur og ein útgávusáttmáli við Sprotan. Hann vann fyri skaldsøguna "Ikki fyrr enn tá".
Í grundgevingini fyri vinnaraskaldsøguna stendur m.a. hetta:
- Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.
- Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøguna til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.
- Søgan er ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuell.
Bókhandlaravirðislønin er úrslit av einari kapping, sum Bókhandlarafelagið skipaði fyri saman við Sprotanum. Kappingin bleiv útskrivað á Mentanarnáttini í fjør, og tá freistin var úti 1. september, høvdu 19 persónar sent handrit inn - 13 kvinnur og 6 menn.
Í dómsnevndini vóru Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Ann Ellefsen.
Bókadagar í Norðurlandahúsinum halda fram í dag og í morgin, har nógv ymisk tiltøk eru á skránni.










