TB-venjari
Á Tvøroyri eru tey nú komin væl áleiðis í fyrireikingunum til komandi kappingarár.
Somikið væl, at felagið nú eisini hevur sett venjara til komandi kappingarár. Nýggi maðurin, ið hevur sum fremstu uppgávu at fáa felagið aftur í Formula-deildina, er Oddbjørn Joensen.
Oddbjørn stóð stóran part av kappingarárinum í fjør fyri besta KÍ-liðnum, eftir at felagið gjørdi av at enda samstarvið við Ove Flindt Bjerg. Her var uppgávan fyrst og fremst at bjarga felagnum undan hóttandi niðurflytingarvandanum. Ein setningur, sum eisini eydnaðist. Millum annað takkað verið einum sigri á Sevmýri.
Oddbjørn er ein av føroysku venjarunum, sum í løtuni er í ferð við at taka seinasta partin av A-venjaraútbúgvingini. Umframt at hann í fjør var hjá KÍ stóran part av árinum, virkaði hann eisini sum venjari hjá HB eitt skifti. Somuleiðis hevur hann virkað sum hjálparvenjari hjá HB í nøkur ár, umframt at hann eisini var venjari hjá AB, tá felagið av álvara byrjaði upptúrin móti ovaru deildunum.
Á Tvøroyri tykjast tey annars hava góðar vónir til komandi kappingarárið. Tað stendur greitt, at Alexandar Jovevic ikki verður á liðnum komandi kappingarár, nú hann fer at royna seg hjá ÍF. Og tað er heldur ikki óhugsandi, at ghanesisku spælararnir, sum hava verið í felagnum seinastu tvey árini, verða loystir frá hesum. Men í aðrar mátar ætlar felagið sær at halda upp á fólkið. Týdningarmesti spælarin í so máta - bæði á og uttan fyri vøllin - er helst Óli Johannesen, og hann hevur longu boðað frá, at hann eisini komandi ár fer at spæla í svørtu og hvítu strípunum.