Oddasessurin upp á spæl

Dysturin í Klaksvík sunnudagin, tá Stjørnan tekur ímóti Tjaldri, kann verða avgerandi fyri, hvat av liðunum verður við yvirlutan, tá landskappingin endar

Í allan vetur hevur oddastríðið í Sunset-kappingini bara snúð seg um tvey lið, Stjørnuna og Tjaldur, og sunnudagin møtast tey í Klaksvík. Hetta kann gerast ein sera avgerandi dystur at vinna, tí tað liðið, sum endar fremri í landskappingini, fær fyrimunin av heimavølli í einari møguligari triðju FM-finalu.
Stjørnan, sum herfyri vann steypakappingina, tykist hava havt munin á Tjaldri – ikki minst í steypakappingini – so tí liggur helst størri trýst á gestunum úr Runavík, sum sunnudagin fingu ein hvøkk, tá VB bara var eitt mál frá at taka ein javnleik. Skal Tjaldur vinna í Klaksvík, verða ikki ráð til 10 málleysar minuttir hesa ferð…
Nú endaspurturin skal setast inn, mundi tepri ósigurin í Runavík koma væl við hjá VB, sum leingi hevur verið avskrivað, tí so illa hevur gingist. Hesa ferð tekur VB ímóti Neistanum, og megnar VB enn eina ferð at spæla ein góðan dyst, er ikki ómøguligt at vinna tvey sera týðandi stig.
Triði dysturin verður í Vestmanna millum VÍF og StÍF, ið hvørt í sínum lagi royna at sleppa leys av VB, ið bara er fýra stig aftan fyri tey. Vinnarin í hesum dystinum kann neyvan kenna seg heilt tryggan enn, men taparin er í størri vanda fyri at enda í tungum sjógvi, nú dystirnir fækka.