Oddasessurin stendur upp á spæl

Víkingur er topplið eftir fimm tey fyrstu umførini. Seinnapartin skulu teir í Eysturkommunu enn eina ferð suður í høvuðsstaðin. Har hava teir longu verið tvær ferðir fyrr í ár. Fyrru ferðina vórðu teir smurdir av 4-0 í landskappingardysti ímóti B36, og fyri viku síðani vunnu teir 2-1 á B36 í steypakappingini. Nú snýr tað seg um landskappingardyst ímóti HB, sum er á triðja plássi. Harvið ber til at siga, at dagsskráin í dag snýr seg um fremsta plássið.

 

Higartil hevur HB vunnið báðar útidystirnar, meðan tað ikki hevur verið so sannførandi í Gundadali. Umframt 2-0 sigurin á EB/Streymi hevur HB spælt 1-1 ímóti B36 og serliga málleysi javnleikurin ímóti 07 Vestur var vónbrot.

 

-Hjá okkum tykist tað vera lættari at spæla ímóti teimum, sum vit kappast við í toppinum, enn at spæla ímóti teimum, sum koma í Gundadal at verja og harvið pakka seg niður í og kring brotsteigin, sigur HB venjarin Oddbjørn Joensen.

 

Hjá HB er Jógvan Rói Davidsen tøkur aftur eftir leikbann. Andrew av Fløtum var ikki við í steypadystinum á Sandi. Tað er ivasamt, um veteranurin verður førur fyri at spæla sunnudagin. Á Sandi fekk Bárður J. Heinesen møguleikan í álopinum.

-Tølini siga, at álopsspælararnir hjá okkum ikki skora so nógv mál. Sjálvandi er tað fyrimunur, um teir fremstu skora regluliga. Tað vóna vit fer at eydnast samstundis, sum vit fegnast um, at miðvallararnir og eisini verjuspælararnir higartil hava skorað málini, staðfestir HB venjarin.

 

Hjá Víkingi var Heðin Hansen sunnudagin við frá fyrsta bríksli. Harvið er kappingin um plássini millum teir fyrstu ellivu økt.

Burtursæð frá tapinum í Gundadali ímóti B36, so hevur Víkingur vunnið allar hinar dystirnar. Merkisvert er tað, at tað allar fýra ferðirnar hevur verið á heimavølli.