Oddasessurin aftur í eygsjón

Eftir miseydnaðu ferðina í Runavík, vilja teir hjá EB/Streymi leggja nógv fyri, nú møguleiki er at endurvinna oddasessin í Formula-deildini

Fótbóltur

Tað var lítið, sum gekst eftir vild, tá EB/Streymur seinasta vikuskiftið vitjaði í Runavík. Fyri tað allar mesta vóru tað vertirnir, sum stýrdu dystinum, og tað førdi í seinasta enda við sær, at oddasessurin varð mistur.
Tapið hjá HB mikukvøldið bar tó við sær, at tað nú aftur ber til at røkka sessinum, og tann møguleikan ætlar EB/Streymur ikki at lata fara framvið.
Til dystin hesa ferð er hópurin styrktur við John Hera Dam, sum er afturkomin til landið. Umframt Arnbjørn Hansen, sum framvegis er skaddur, er einasta fráveran hjá EB/Streymi á venjarabeinkinum. Hjálparvenjarin, Sámal Erik Hentze, er nevnliga burturstaddur.
Hjá VB/Summba er lagið sjálvandi batnað, eftir at teir fingu javnleik í Gundadali móti B36. Talan verður tó enn einaferð um sera trupla uppgávu, og hesa ferð mugu teir standa seg uttan Hallur Dam Joensen, sum er leikbannaður.