Oddaliðið fekk harða viðferð

Júst sum klaksvíkingar tyktist at vera á sigurskós, glapp fyrsta plássið teimum úr hondum eftir skrædl móti havnarmonnum. Bert eitt umfar er eftir at leika

Talv

Aftur nú kom vend í toppinum í 1. deild. Sera óvæntað. Fimmfaldaði føroyameistarin Heini Olsen er heima í Føroyum í hesum døgum, og leikti tí við í dystinum móti havnarmonnum. Oddaliðið hevði tí allar møguleikar at renna frá hinum liðunum við hesum sterka liðnum á pappírinum; Heini Olsen, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas M. Anthoniussen.
Martin Poulsen var aftur á havnarliðnum og hetta gjørdi góðan mun. Hann leikti remis móti Heina, meðan hinir tríggir havnarmennirnir vunnu síni talv. Olaf Berg hevði eitt skifti í liðkappingini eitt stig av fimm, men eftir góða sigurin á Ólavur sunnudagin, hevur hann nú fimm av níggju. Sterkt komið aftur av 16 ára gamla evnaríka telvaranum.
Rani vil helst skjótt gloyma hesa liðkapping. Móti Herluf hevði hann góða støðu, men tíverri fyri hann leikti hann skeivt og tapti. Haldur Suni Johansen vann eitt drúgvt talv á Tummas Martin á fjórða borði.
Eitt óvæntað úrslit, sum merkir at støðan í toppinum aftur broyttist. Liðini í 1. deild hava til felags at verða óstøðug.

Jens Kristian tapti
John Jacobsen úr Vestmanna gjørdi tað sum eingin higartil hevði megnað, nevnliga at vinna á Jens Kristian Hansen. Toftamaðurin hevði 7,5 av 8 undan dystinum móti vestmenningum.
Dystin vunnu vestmenningar, heldur óvæntað, 2,5 - 1,5. Liðið flytur niður í 2. deild, men vilja allarhelst enda kappingina við manér og fella við æru.
Í Hvalvík var - sum í Havn - toppdystur. Kollfirðingar vóru á vitjan og vunnu 3-1. Hetta merkir at teir saman við klaksvíkingum og toftamonnum røkja annað pláss, eitt sitg aftanfyri havnarmenn. Hvalvíkingar eru nú hálvttriðja stig frá toppinum, men kunnu teoretiskt (kundi kanska sagt realistiskt um vit hugsa um merkisverdu gongdina í ár) enn vinna FM, um teir fáa fulla úrtøku móti vestmenningum og hini úrslitini lagað seg. Sí støðuna í blaðnum í dag.

Hvør vinnur?
Klaksvíkingar hava hóast tapið í vikuskiftinum, góðan møguleika. Teir hitta botnliðið úr Vestmanna, meðan havnarmenn hava torføran dyst móti kollfirðingum. Spennandi verður í øllum førum. Toftamenn kunnu eisini gera sær dælt av, at havnarmenn kanska fara at lata nøkur stig móti kollfirðingum.
Seinasta umfar verður leygardagin 22. februar, og verða tá dystirnir hesir:

KT - HT
TT - TFS
KTF - VT

Hans Kristian vann HT-Open
Tað blivu teir tríggir, Hans Kristian Simonsen, Olaf Berg og Ólavur Simonsen ið, sum framanundan væntað, myndaðu toppin í jubileumskappingini í Havnar Telvingarfelag. Hans Kristian varð rættiliga suvirenur og vann øll síni talv, harav sjálvsagt eisini móti Ólavur og Olaf.
Millum teir tjúgu luttakararnar, royndu heilt nógvir unglingar seg. Helgi D. Ziska, sonur Andrias Ziska, og Margeir Berg, beiggi Olaf Berg, endaðu báðir á einum flottum deildum fjórða plássi.

Toppurin
Hans K. Simonsen9,0/9,0
Olaf Berg7,5
Ólavur Simonsen7,0
Herluf Hansen5,0
Andrias Ziska5,0
Súni Ziska5,0
Helgi D. Ziska5,0
Margeir Berg5,0