Oddagrein· Vitjan av uttanríkismálaráðharra

Vitjan av donskum uttanríkisráðharra er ein hending av stórum politiskum týdningi. Spurningurin um størri heimildir á uttanríkis- og verjuøkinum er sera aktuellur, og ósemjan um lógaruppskotið hjá donsku stjórnini um uttanríkispolitiksu heimildirnar er endað í kreppulíkari støðu millum forsætismálaráðið og løgmansskrivstovuna. Partarnar standa langt frá hvørjum øðrum og danska stjórnin hevur gjørt landsstýrissamgonguni eina bjarnatænastu við at leggja grønlendsku heimildarlógina fyri Fólkatingið, hóast áheitan frá løgmanni og føroysku fólkatingsmonnunum um at bíða. Við hesum hevur danska stjórnin eftir øllum at døma við beráddum huga sett grønlendingar og føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum. Hetta er donsku stjórnini til lítlan heiður.

Landsstýrið eigur ikki at góðtaka donsku harraboðini um uttanríkispolitisku heimildirnar - vit kundu eins væl sagt væntandi uttanríkispolitisku heimildirnar. Tað ber ikki til at góðtaka nakað, sum bert minnir um eitt afturstig á sjálvstýrisleið. Er minsti ivi, so má hetta mál endursamráðast. Men tað verður alt annað enn lætt, tí eitt gott úrslit fyri Føroyar, vil merkja, at Grønland verður verri fyri enn vit. Danska stjórnin hevur forklutrað og gruggað hetta mál so til, at tað verður sera trupult at finna fram til eina loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Løgmaður eigur at nýta høvið við vitjan uttanríkisráðharrans at gera honum púra greitt, at vit ikki lata okkum slíka viðferð lynda. Løgmaður eigur vinarliga at greiða uttanríkisráðharranum frá, at her býr ein tjóð, sum er farin inn á sjálvstýrisleið og at vikið verður ikki frá hesi kós. Breið tjóðskaparlig semja er um hesa kós, og kann tað tí ikki góðtakast, at danska stjórnin á stívrendan hátt hóttir hesa breiðu semju. Semjan er í stóran mun tengd at nøktandi úrslitum. Um danska stjórnin nú framhaldandi ger seg so ómøguliga og tvøra, at sjálvstýristilgongdin steðgar, so hevur stjórnin við hesum átikið sær politisku og moralsku ábyrgdina av, at breiða tjóðskaparliga semjan í Føroyum støkkur sundur. Vitjanin hjá uttanríkisráðharranum er eitt gott høvi at byrgja fyri hesi vanlukku gongd og eigur vitjanin at verða nýtt til tess at fáa málið alt aftur á kósina.

Annars er endamálið við vitjanini sambært danskar netavísir at undirskriva samstarvsavtalu um uttanríkismál. Hetta er eitt sindur ørkymlandi, men tykist, um farast skal eftir donsku pressuni einki beinleiðis at hava við lógaruppskotið um uttanríkispæolitisku heimildirnar at gera. Hetta snýr seg meira um ítøkiligt samstarv umvegis donsku sendistovurnar og á donsku sendistovunum. Í øðrum lagi fer ráðharrin at kunna løgmann og løgting um uttanríkispolitisku støðuna sum heild. Slíkt kann bert vera gott og gagnligt. Vit bjóða uttanríksiráðharranum vælkomnum til Føroya og ynskja honum eina góða vitjan her og fara annars at venda aftur til vitjanina, um tørvur verður á viðmerkingum til avtaluna, sum varð undirskrivað í gjár, týsdagin.
Sosialurin