Oddagrein· Virksemið er tryggjað...

Mikudagin frættist, at loysn er funnin fyri virkini hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi, sum hava merkt sviðan frá teimum lágu prísunum á frystum upsavørum. Eftir tí, sum higartil er komið fram, hevur Sandoy Seafood gjørt eina avtalu um skuldina hjá felagnum, soleiðis at felagið aftur verið rakstrarført.

Hetta mugu vit fegnast um, tí gavst felagið við virkseminum í Sandoynni, hevði óivað verið tungt at fingið virksemið uppaftur. Avleiðingin hevði kanska verið, at trupla støðan í sunnaru helvt í Suðuroynni hevði flutt seg norður um Suðuroyarfjørð til Sandoynna.

Støðan í Sandoynni var trupul, eftir at flakavinnan varð umskipað miðskeiðis í 90-árunum, men ein ætlan var medvirkandi til, at virksemið á virkjunum á Sandi og í Skopun varð tikið uppaftur. Men Sandoyarætlanin var bara ein partur av loysnini, tí hin parturin - fólk, sum høvdu áræði og tordu at fara undir virksemi av nýggjum - skuldi eisini til. Og uttan bæði drivnar og hugfloksríkar vinnulívsmenn í Delta Seafood á Tvøroyri hevði Sandoyarætlanin neyvan verðið burðardygg.

Sandoyarætlanin er nógv umrødd í samband við støðuna í sunnaru helvt í Suðuroynni, serliga í Vági. Í stuttum skal sigast, at Sandoyarætlanin varð ein samtykt á løgtingið, sum setti av tríggjar milliónir krónur til at fara undir virksemi á teimum báðum virkjunum í Skopun á Sandi. (Hetta var kortini ikki nóg mikið at fáa virkini løggildað, men stigtakararnir útvegaðu meiri pening).

Men um ein sandoyarætlan - ella ein suðuroyarætlan - við nøkrum milliónum krónum í játtan til flakavirksemi í sunnaru helvt í Suðuroynni er rætta loysnin, er tann stóri spurningurin. Í øllum førum seta vit stórt spurnartekin við hesar tankar, tí, sum skilst, er støðan í sunnaru helvt í Suðuroynni nógv truplari enn sum so, tí kreppan har suðuri er nógv meiri bygnaðarlig, ella strukturell.

Tað merkir kortini ikki, at politiski myndugleikin ikki skal vera við til at loysa støðuna har suðuri - eisini við peningi. Men tað mugu fyrst og fremst vera vinnulívsfólk í sunnaru helvt í Suðuroy - ella fólk aðrastaðni, um teir neyðugu leiðararnir og íleggjararnir ikki finnast á staðnum - sum taka tey vinnuligi stigini fyri at fá gongd á aftur vinnulívið í hesum landspartinum, sum hevur átt ein týðandi leiklut í føroyska búskapinum. Tað almenna skal skapa nakrar betri karmar og somu fyritreytir sum vinnuliívið aðrastaðni, men intiativið mugu lokalar kreftir taka.

Lagt varð fyri við at siga, at tað er eydnast at fáa virksemið í Sandoy Seafood tryggjað við nøkrum avtalum og nýggjum kapitali. Uttan at gera nakrar samanberingar, so slepst ikki undan at gera sær nakrar tankar um støðuna og spyrja, hvussu tað ber til, at líknandi ikki ber til í sunnaru helvt í Suðuroynni. Har finst gott fólk - bæði á sjógvi og á landi - og hesar góðu kreftir mugu taka stig og í felag virka fyri at fáa gongd á aftur vinnulívið, so tað aftur verður trivnaður í hesum partinum í landinum.

Sosialurin