Við nýggju stýrisskipanarlógini fingu vit ráðharraábyrgd. Hetta er í nógvum førum eitt framstig í mun til, hvussu tað var við gomlu skipanini við kollektivari ábyrgd fyri landsstýrið. Ein vansi er tó, at mangan er ov lítil samskipan millum ymsu ábyrgdarøkini. Hvørt stýri tykist hava sítt egna lív.
Nýggja uppleggið til vinnupolitikk er í nógvar mátar eitt gott skjal, ið sigur tey røttu tingini. Trupulleikin er sum altíð at føra hesar góðu tankar út í veruliga lívið. Fyri at ein vinnupolitikkur skal eydnast, so mugu øll stýri samstarva. Í hesum sambandi hevur Vinnumálaráðið, ið hevur gjørt uppskotið til vinnupolitikk, í minna lagi at siga. Hvat er ein vinnupolitikkur verdur, um Fíggjarmálaráðið bert heldur áfram í somu rillu, sum higartil? Hvat er ein vinnupolitikkur verdur, um vit hava eina almenna skipan, sum brennir milliónir av um árið at svara spurningar frá sær sjálvum? Hvat er ein vinnupolitikkur verdur, sum anbefalar fleksibilitet, tá vit hava eina almenna skipan, sum gerst meiri og meiri stirvin fyri hvørt ár sum gongur vegna yvirtulking av stýrisskipanarlógini?
Tað verður tosað um, at vitan og útbúgving er tað, ið skal føra okkum fram. Hetta eru skilagóðir tankar, so leingi vit minnast til, at tað altíð vil verða tørvur á minni lærdari arbeiðsmegi til stuðulsuppgávur eitt nú í ferðavinnuni og so sjálvandi í øllum, sum eitur samlibandsframleiðsla ella líkist tí.
Ein vinnupolitikkur eigur eisini at leggja doyðin á, at vit útnytta okkara tilfeingi so gott sum møguligt í øllum liðum. Tað ljóðar eitt sindur innantómt, tá vit hoyra at biotøkni og KT skal verða tað heilt stóra í framtíðini, tá vit duga so illa, at útnytta tað tilfeingi, vit hóast alt hava. Vit kunnu bara taka rogn sum dømi.
Søla er eitt øki, har føroyingar tiverri tykist verða eftirbátar, og er tað í hesum sambandi frálíkt, at vit í uppskotna vinnupolitikkinum lesa, at merkantilar útbúgvingar skulu uppgraderast. Føroyingar høvdu eina stóra professionella søluorganisatión, sum æt Føroya Fiskasøla. Henda søluorganisatión var ein av stóravtakarunum innan fiskivinnuna av lærdari arbeiðsmegi, og var tað eitt mistak, at Føroya Fiskasøla so at siga bleiv avhøvdað í hesum valskeiðnum. Hetta mistak má sigast at vera spell, tá man sær skilagóðu orðingarnar av uppgradering av merkantilu útbúgvingunum í uppskotinum til vinnupolitikk.
Tað, sum kemur at avgera, um hampuliga væl orðaði vinnupolitikkurin ger mun ella ikki, tað verður, hvussu tað almenna fer at útinna sín part í verki og tilpassa seg til tørvin hjá borgarum og vinnu. Føroyski búskapurin tolir ikki, at vit seta vognin fyri rossið, heldur enn øvugt. Tað tykist sum vit nú standa og ivast, hvat skal skal spennast fyri hvat. Vónandi verður rætt atborið.
Sosialurin