Tað hevur tó verið ein sannroynd, at áhugin mest er komin til sjóndar í sambandi við arbeiði á landi. Fiskiflotin sum arbeiðspláss og arbeiðsumhvørvi hevur líkasum ikki havt tann stóra almenna áhugan hjá fjølmiðlum og myndugleikum. Hinvegin hava Fiskmannafelagið og FF-blaðið altíð sýnt hesum evni stóran ans.
Tað er tí at fegnast um, at vit nú hava fingið eina kanning, sum greiðir frá arbeiðsviðurskiftunum og umstøðunum hjá fiskimonnum til skips. Tað er sjúkrarøktarfrøðingurin Anna Maria Simonsen, sum hevur gjørt kanningina. Hon hevur arbeitt á oljuboripallum viða hvar, og har hevur hon sæð, hvussu ómetaliga nógv, ið verður gjørt til tess at bøta um trygdina. Hon er tí sera áhugað í trygd og arbeiðsumhvørvi umborð á fiskiskipum. Anna Maria Simonsen hevur í hesum sambandi hugsað, at í minsta lagi sama trygd eigur at verða fiskimonnum fyri umborð á fiskiførum sum starvsfólki á boripallum er tryggjað. Fiskimannafelagið hevur ivaleyst somu áskoðan. Kanningin snýr seg ikki bert um tað fysiska umhvørvið og trygdina umborð, men eisini um, hvussu tað kenst at vera til skips. Eisini vísir kanningin hvørji ynski fiskimenn hava til tilveruna sum fiskimenn og hvørji krøv, ið teir seta til arbeiðsplássið umborð. Hetta er forvitnisligt og áhugavert og her er talan um sera viðkomandi vitan. Alt talar fyri, at hildið eigur at vera fram við slíkum kanningum.
Kanningin er vorðin stuðlað av Føroya Fiskimannafelag, hvørs formaður stútt og støðugt virkar fyri at bøta um korini hjá sínum limum. Nú fara formaðurin Óli Jacobsen og Anna Maria Simonsen til Alaska at leggja fram úrslitini av kanningini á altjóða ráðstevnu um arbeiðskor á fiskiskipum. Tað er gott fyri fiskimenn um allan heim, at teirra kor verða umrødd. Tað er eisini sera positivt fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð, at okkara umboð kunnu leggja fram nýggj, viðkomandi og týðandi kanningarúrslit í einum altjóða forumi í aðrari fiskivinnutjóð, nevniliga Alaska. Vónandi kemur nógv gott burturúr ráðstevnuni. Eisini er at vóna, at allir viðkomandi partar framyvir fara at stuðla og menna gransking innan trygdar- arbeiðs- og heilsuøkið hjá fiskimonnum.
Sosialurin









