Oddagrein: Vallyftini – mentan og útbúgving

Í gjár gjørdu vit eina samanbering av givnum vallyftum við samsvarandi veruleikan á fíggjarlógaruppskotinum fyri verandi fíggjarár.

Vit kundu staðfesta, at nøkur øki, ið fingu sera nógva umrøðu í valstríðnum við gyltum lyftum, har ávísir flokkar mestsum kappaðust um at geva hesi lyfti. Talan var um mentanarøkið, sum ivaleyst meira enn nakað hevur tørv á øktum játtanum. Nógv fegnaðust, sum vera man, tí eftir val fór ivaleyst at lýsna fyri mentanarligum og listaligum virksemi í Føroyum. Serstakliga Mentanargrunnurin, rútmiski tónleikurin og leiklistin vóru í fokus, og tí man vónbrotið vera stórt í teimum mentanarligu og listarligu umhvørvum, sum hava áhuga í hesum kontum. Her kom sum nevnt í gjár millum lítið og einki av nýggjum pengum uppá tær kontur, sum viðvíkja økið. So er bert eftir at vóna, at støðan á økinum broytist til næsta fíggjarár, men drúgvt verður at bíða, og serstakliga fyri tey, sum arbeiða við mentanarligum verkætlanum, kann hetta merkja, at tey ikki koma í gongd fyrr enn í 2010.

 

Nakað væl ljósari er myndin av útbúgvingarøkinum, og stovnarnir, sum skulu mynda nýskipaða universitetið fáa munagóða hækking. Men nógv bendir á, at her er talan um somu hækkingar, Jógvan á Lakjuni hevði ætlað økinum. Komandi víðkaða og endurskipaða universitetið verður júst hitt sama, sum Jógvan seinasta heyst mælti tinginum at stovna við lóg, men tað kann bert merkja, at stór semja er um framtíðar bygnaðin á hægru lærustovnunum, og tað er ser gott og jaligt. Sum kunnugt verða Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdir saman við Fróðskaparsetrið í eitt nútímans universitet, og hetta er sjálvsagt bert at fegnast um.

 

Lærara- og pedagokútbúgvingarnar fáa munandi hægri játtan og her er veruliga nakað nýtt í fíggjarlógaruppskotinum. Hækkingin av játtanini skal eftir ætlan nýtast til at taka ein eyka flokk við 24 lesandi inn til læraraútbúgvingina, ein eyka flokk við 24 lesandi inn til pedagogútbúgvingina, stovna lesivegleiðaraútbúgving, umframt seta samskipara av eftirútbúgvingum. Arbeitt verður við lóg viðvíkjandi lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum. Málið er, at hendan verður liðug á Ólavsøku, og at útbúgvingarnar til lærara og námsfrøðing tí verða á BA-støði longu í 2008. So er at vóna, at arbeiðið við nýggja lógarverkinum verður liðugt, so útbúgvingarnar til heystar kunnu bjóðast eftir nýggjum BA og Masterleisti og ikki eftir tí avoldaðu skipan, sum nú er galdandi. Sostatt kann staðfestast, at samgonguflokkarnir hava hildið lyftini um at styrkja útbúgvingarøkið, og tað tænir samgonguni til æru.

 

Sosialurin