Oddagrein· Valið

So er valið av, og ikki kann annað sigast enn, at valið var ein sigur fyri fólkaræðið, um hugsað verður um valluttøkuna. Valluttøkan var størri enn nakrantíð, og hetta kann bert merkja, at borgararnir taka lokala demokratiið í stórum álvara. Hetta er gott, og gott er tað eisini, at avgerðir veljarana yvirhøvur vóru sera greiðar. Hetta má einhvør ásanna, uttan mun til, um einum dámar úrslitið ella ikki.

Í gjár reistu vit spurningin, hvørt eitt føroyskt kommunuval kann nýtast sum eitt slag av veljarakanning ella ikki. Venda vit aftur til hendan spurning her, so er hann framvegis ógreiður. Taka vit t.d. valini í Vági og á Tvøroyri, so skuldu tey víst ávikavist misálit á Tjóðveldisflokkin og stórt álit á Javnaðarflokkin. Fara vit hinvegin til Havnar, so kann valið har tulkast sum ein álitisváttan til Tjóðveldisflokkin, sum er í andstøðu á løgtingi. Sama kann um Fólkaflokkin sigast, og hesin situr sum kunnugt í samgongu. Eitt annað dømi er Sambandsflokkurin, sum fór aftur í nøkrum býum, fyri síðan at hava stóra framgongd í øðrum býum sum t.d. á Tvøroyri.

Sostatt er tað sera ivasamt, hvørt bygda- og býráðsvalið yvirhøvur hevur nakað landspolitiskt signalvirði. Valið snúi seg fyrst og fremst um um lokalpolitikk og um leiklutin hjá lokala demokratinum. Tað er tó ikki óhugsandi, at landspolitikkarar fara at skeita eftir kommunalu valúrslitunum, tí tey eru veruliga sera áhugaverd í ávísum býum og serstakliga í teimum samanløgdu kommununum.

Nú er tann stóri spurningurin, hvussu valdsbýtið verður á teimum stóru plássunum. Her er einki givið uttan á Tvøroyri, á Sandi og í Skopun. Í Vági, í Klaksvík og í Tórshavn stendur hesin spurningur opin. Tað er lítið at ivast í, at Tjóðveldisflokkurin, sum hevði eitt framúr gott úrslit í Havn, fer at gera alt til tess at koma framat valdinum. Spurningurin er bert, hvønn prís flokkurin skal rinda, og her er nokk eingin ivi um, at Tjóðveldisflokkuirn má gloyma alt um borgmeistarapostin, um hann skal sleppa inn í varman. Tað er lítið sannlíkt, at stóri atkvøðuslúkur floksins letur sær lynda minni enn hetta starv. Sostatt er valið í Havn enn sera spennandi. Mest sannlíkt er tó, at gamla samgonga heldur fram møguliga styrkt við Javnaðarflokkinum. Tað hevði ivaleyst verið ein sterk og arbeiðsfør samgonga, sum hevði havt tann fyrimun, at hon varð hálað eitt sindur inn ímóti miðjuni.

Sosialurin