Eitt hernaðarligt álop á Iraq er eitt stórt moralskt problem fyri Vesturheimin. Her verður talan um eitt fyribyrgjandi kríggj, og er hetta sera óvanligt í vesturlendskum verjuhøpi. Tað er als eingin ivi um, at stjórnin í Iraq er bæði harðrend og ódemokratisk, og at iraqiska fólkið er kúgað og satt í svárari neyð. Spurningurin er tó, um hesin trupulleiki verður loystur á besta hátt við einum hernaðarligum álopi. Eitt slíkt álop viðførir ræðuleikar fyri irakiska fólkið og fer at geva Vesturheiminum ómetaligar politiskar trupulleikar mótvegis serstakliga muslimska heiminum og triðja heiminum sum heild. Afturat hesum kemur, at tað finst ein hópur av stjórnum kring heimin, ið kunnu metast javnt við stýrið í Iraq. Er USA ikku moralskt pliktað at beina hesar stjórnir burtur á sama hátt, sum gjørt verður við Saddam Hussein og hansara einaræðið? Hvørjar fylgjur hevði tað havt fyri heimin, um USA konsekvent fór undir eina røð av fyribyrgjandi kríggjum? Vit kenna svarið frammanundan, men eiga kortini at seta spurningin.
So er tað spurningurin um støðu Føroya í einum komandi stórálopi á Iraq. Tá og um tað brestur á, fara vit at fáa sama spurning sum seinast, nevniliga um vit vilja leggja land og loftrúm til. Hetta er ein sera álvarsamur spurningur, sum løgmaður og uttanlandanevndin eiga at umhugsa sera gjølla. Føroyar hava hildið seg uttan fyri hernaðarósemjur landa millum í øldir. At vit við stórum menniskjansligum kostnaði fluttu fisk til Bretlands undir seinna heimsbardaga broytir ikki hesa mynd. Løgtingið hevur, hóast tingið ongan formliga myndugleika hevur á økinum, fleiri ferðir boðað frá, at Føroyar eiga at vera uttan fyri hernaðarligar ósemjur. Hetta hevur verið og er ein sera klók støða. Hesa støðu eiga løgmaður og uttanlandanevnd øðrumegin og Danmark og USA hinumegin at virða. Føroyar og føroyingar kunnu ikki moralskt liva við at valda iraqiska fólkinum ella fyri alt tað nøkrum øðrum fólki neyð og oyðileggingar í einum stríði, sum ikki er okkara.
Nú um dagarnar var friðargonga í Havn móti kríggi í Irak. Eftir tað sendi Fólkaflokkurin bræv til danska stjórnarflokkin, har hann tók undir við tess politikki í Irakmálinum. Sambart skrivinum taka eisini landsstýrismenn Fólkafloksins undir við hesum skrivi. Vit ganga út frá, at tá tað verður skrivað landsstýrismenn Fólkafloksins, so fatar hetta eisini um løgmann, tí flokkurin hevur bert ein landsstýrismann umframt løgmann. Er hetta rætt tulkað og skilt, so má tað sigast at vera sera løgið, at løgmaður, sum annars ikki hevur viljað úttalað seg til bløðini um sína støðu í Irakmálinum, nú glaðbeintur letur seg brúka (mis) av sínum starvsfelaga á tingi, Óla Breckmann.
Sosialurin