Oddagrein: Undanstøkking

Ikki eru vit føroyingar kendir fyri at ganga í størstu skóm, tá tað ræður um, hvat unnast man øðrum.

 



Óivað var tað ikki tað mest taktiska løgtingið fann uppá, tá tað frammanfyri eini alt ov passivari pressu samtykti eina eftirlønarskipan fyri landstýrismenn og løgmenn. Men hvat við tí principiella í hesum máli, hetta fyrst at lóggeva fyri síðani undir fólkaligum trýsti at draga í land!


Men er tað so órímiligt, at ein maður/kona, sum hevur verið landstýrismaður og løgmaður í meira enn 8 ár skal fáa hægstu almenna pensión í landinum? Hvussu ber tað til, at sami skattgjaldari, sum gongur við til, at stjórar í almennum partafeløgum fáa milliónaupphædd í løn, ikki unnir fráfarnum løgmonnum eina pensión á linju við eina betri akademikarapensión?


Vildi tað verið rímiligt, um tveir fyrrverandi landstýrismenn, ið fyltu 67 ár í senn fingu heilt ymiskar pensiónir fyri líka langt tíðarskeið í landstýrinum? Ivaleyst ikki.


Hetta rok, ið hevur verið um eftirlønirnar hjá politikarum appelerar til serføroysku sjúkuna. Flest øll skriva glaðbeint undir eitt mótmæli, men spyr somu fólk hvussu nógv ein meðal landstýrismannapensión verður ella nær lógin var samtykt, so fæst neyvan svar. Einasta man hoyrir, er at pensiónirnar eru ?skýhøgar?. Samsýningin verður sum man virðir tað arbeiði, ið gjørt verður. Verður samsýningin hjá politikarum avgjørd eftir lægsta felagsnevnara, so verður samansetingin av ting- og landstýrisfólki hareftir.


Eingin atkvøddi ímóti, tá eftirlønirnar vóru fyri í tinginum. Tað er ein erlig søk at hava atkvøtt fyri, og so forsvara tað sjónarmiðið, hóast tað vísir seg at vera framúr ópopulert. Veljarin gevur sín dóm til valið.


Men tá Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal, nú, heilt stutta tíð eftir at hava verið við til at lagt eftirlønirnar fram, sum populistiskir veðurhanar vaska sínar hendur, so er tað einki annað enn undanstøkking, óansæð hvat man annars heldur um eftirlønirnar.


Bíligar undanførslur sum at siga seg ikki at hava vitað, hvat uppskotið innibar, skapar ikki nakað trúvirði um Høgna Hoydal. At støkka undan, tá á stendur aftaná at hava roynt at innført nakað í allari friðarligheit, er ikki nakað sum er einum floksformanni til nakran sóma.


Kanska er val ikki so langt burtur, tá hesi bæði fólkini ríða so lágt, sum ikki at taka ábyrgd av sínum egna lógaruppskoti. Hvussu langt kunnu hesir báðir floksformenn fara við sínum ?góða mamma tað var ikki eg? politikki, áðrenn veljarin fær eyguni upp?


Politikarar, ið renna undan egnum avgerðum, renna undan ábyrgd, og áttu ikki at bjóðað seg fram til at taka ábyrgd av landinum ? við ella uttan eftirløn. Áhugavert kundi annars verið at trivið í leiklutin hjá landsstýrismanninum Bjarna Djurholm í hesum máli, nú tað var hann, sum tók ímóti undirskriftunum fyri ólavsøku. Í hesum sambandi er eisini vert at tríva í grein í Fregnum seinast skrivað av einum av hansara fyrrverandi samgongumonnum.


Sosialurin