Hetta kundi valla skiljast øðrvísi enn, at tingmanning Tjóðveldisins tók undir við uppskotinum um val í úrtíð – og út frá hesum kundu staðfestast, at bæði fiskivinnureformur, kommunureformur, pensjónsreformur og aðrar bæriligar ætlanir hjá meirilutanum á tingi vóru farin fyri skeytið.
Í politikki skalt tú duga at snúgva tær. Tú skalt vita, nær tú kanst siga hvat. Fólkaflokkurin eigur sum vera man at tendra fjúsið, sum forðar meirilutanum á tingi at gjøgnumføra ein fiskivinnureform. Tað er hansara eksistensgrundarlag at lata tingini vera, sum tey eru – at ætlaðu broytingarnar í fiskivinnuni ikki henda. Men hjá Tjóðveldinum er støðan júst tann øvugta. Við at sita í tí støðu, sum Tjóðveldi situr nú, kann flokkurin tryggja sær at fáa samtykt hjartabarnið hjá sær, ein fiskivinnureform, sum bæði Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Framsókn taka undir. Talan er um ein søguligan møguleika – ikki minst um vit síggja tað við tjóðveldiseygum.
Tí er tað óbúgvið politiskt forkvinnu Tjóðveldisins á tingi at rætta Fólkaflokkinum eina hjálpandi hond her. Annita á Fríðriksmørk hugsaði seg ikki nógv væl um hóskvøldið – eftir tíðindini um valuppskotið hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, tá hon sendi fjølmiðlunum sína hugsan um, at vit skulu hava val í úrtíð – í september, júst so, sum Jørgen og Kári siga. Vit kunnu siga, at hetta var eitt skot í fótin hjá Annitu á Fríðriksmørk, og at tað krevst meira av politikara, sum hevur sitið á tingi í skjótt 14 ár.
Løgmaður hevur onkur evni at kyrra. Í øllum førum varð eingin valdagur ásettur, tá hann kallaði allar floksformenninar til fundar fríggjadagin. Sjálvt Jørgen Niclasen tyktist nøgdur við, at vit fáa eitt val í heyst, um enn tað verður seint í heyst, í oktober ella november. Løgmaður hevur eisini slept ultimativa kravinum um, at løgtingið skal sita til 19. januar – og tí er ein møguleiki, at vit fara at hava løgtings- og fólkatingsval sama dag – og tá valdagur ofta er týsdag, er hugsandi, at valið verður gamla valdagin 8. november.
Vilja Tjóðveldi og Framsókn saman við restini av samgonguni skapa álit, so er at gjøgnumføra onkrar av reformunum áðrenn valið – og so er skipan av nýggju samgonguni bara ein formalitetur.