Týðuligasta dømið um tað er, tá Kári P. Højgaard og løgmaður ætlaðu at trumfa privatu ætlanina ígjøgnum uttan at leggja hana fyri tingið aftur, tí at eitt annað løgting einaferð hevði samtykt, at Skálafjarðartunnlin skuldi gerast á privatum grundarlag.
Vit kunnu kanska siga, at ætlanin við nýggju semjuni millum allar flokkar er fingin aftur á beintm tí nú byggir hon á politiska viljan í løgtinginum.
Men hava okkara kosnu fólk nú valt ta skilabestu ætlanina?
Serfrøðin hjá okkara politisku skipan, Landsverk, valdi frá ætlanina við rundkoyring á havsins botni og ein tunnil upp hvørju megin Skálafjørðin.
Kritikkurin hjá føroysku serfrøðini til frágreiðingarnar hjá Sintef og Rambøll eru millum annað, at har vanta fullfíggjaðar greiningar av, hvat hednir við roykinum, um eldur kemur í inni í tunlinum. Í eini rýmingar- og bjargingarætlan í sambandi við eld í tunlum er ein týdningarmikil partur, hvussu ventilatiónin kann stýra roykinum í tunlinum.
Stjórin í HMP, Hans Haraldsen, sum er brandserfrøðingur, skrivar í frágreiðing til Landsverk, at nettupp hesin parturin kann vera avgerandi fyri, um fólk sleppa livandi úr tunlinum.
Umframt at ein rundkoyring í tunlinum kann seta trygdina í vanda, so verður verkætlanin munandi dýrari, enn um tunnilin var gjørdur beinleiðis til Toftir/Runavíkar ella á Raktanga og so annað samband tvørtur um Skálafjørðin.
Brúgv vilja tey á Skálafjørðinum ikki hoyra talan um, tí so fáa tey ongar oljuboripallar inn á fjørðin, verður sagt. Men tunnilsamband er so ein annar møguleiki.
Vit skulu ikki á hesum stað gera okkum til dómarar yvir, hvør ætlan er tann skilabesta. Men vit kundu hugsað okkum svar uppá, um politikarar enn einaferð hava tikið støðu út frá tí, at »målet helliger midlet«, at fyrilit eru tikin fyri trygdini – og um tað er skilabest at brúka 200 milliónir eyka upp á júst hesa verkætlanina, samstundis sum gingið verður upp á kompromis upp á trygdina sambært Landsverki...