Ein avleiðing av nýggju støðuni er, at NATO hevur átikið sær ein nýggjan og øðrvísið leiklut. Tað vil so vera, nú arvafíggindin Warzawasamgongan er horvin. Fleiri lond í Eystureuropa eru komin upp í NATO, og meta hesi lond, at hetta gevur teimum størri trygd. Tey vita, sum er, at ein dag fer eystureuropæiska stórveldið aftur at vakna úr sínum bjarnadúri og fer tá ivaleyst aftur at royna at tryggja seg við eini røða av puffaralondum kring síni landamørk. Møguliga kann NATO fyribyrgja hesi gongd. Hinvegin er lítið, sum bendir á, at nýggju eystureuropæisku og baltisku limalondini í NATO økja um trygdina í Europa. Til tess eru tey ov óstøðug reint politiskt, og søguliga arvagóðsið er ov tyngjandi. Tvey Norðurlond, Finland og Svøríki, hava ásannað hetta, og hava tí í farnu viku alment boðað frá, at tey fara ikki upp í NATO. Tey meta ikki, at NATO-limaskapur gevur økta trygd, og verða tí verðandi uttanfyri.
Hinvegin halda Ísland, Noreg og Danmark framvegis, at trygdin er at finna í NATO, og eru hesi lond tí heilhugaðir limir í verjufelagsskapinum. Landsstýrið er ivaleyst samt við hesi trý lond, og hevur ásannað, at skulu vit vera við, so tænir tað ikki føroyskum áhugamálum at halda fram í leiklutinum sum eitt slag av hvílandi limi. Landsstýrið mælir tí Løgtinginum til at samtykkja eitt uppskot, sum í høvuðsheitunum merkir, at landsstýrið framyvir skal hava innlit í og ávirkan á trygdarpolitikkin (les NATO). Herumframt eru nøkur punkt, ið nátúrliga fylgja av hesum. Uppskotið er eitt varisligt stig burtur frá tí principielt uttanveltaðu kós, sum Føroyar alment hava hildið síðan 1940. Tað er tí at vóna, at hetta uppskot verður væl og virðliga viðgjørt, og at allar hugsandi fylgjur av hesi broyttu trygdarpolitisku kós verða kannaðar, útgreinaðar og kunngjørdar. Vit fara at venda aftur til uppskotið í eini av komandi oddagreinum.
Sosialurin










