Oddagrein· Trapputing í Miðlahúsinum um eitt valdømi mánakvøldið

Mánakvøldið klokkan 20 skipar Miðlahúsið enn einaferð fyri Trapputingi. Aktuella málið, sum kemur til viðgerðar hesaferð, er Føroyar sum eitt valdømi.

Hetta at skipa fyri trapputingi, er eitt koncept, sum vit eru sera fegin um, tí vit

eiga ongantíð at undirmeta týdningin av livandi orðaskiftinum, har fólk við

ymsum sjónarmiðjum sleppa framat mikrofonini og fáa onnur fólk í tal.

 

Júst málið um Føroyar sum eitt valdømi er eitt viðbrekið og kenslusamt mál

og háaktuel, nú tingið fer undir at viðgera tað týsdagin.

 

Argumentini fyri og ímóti snúgva seg als ikki bara um miðstaðarøkið kontra

útjaðaran. Tað eru eisini fólk í útjaðaranum, sum ganga inn fyri einum

valdømi, og fólk í miðstaðarøkinum, sum eru ímóti. Harumframt eru tey, sum

siga, at eitt valdømi fer at hava við sær, at tað verða bert vælútbúgvin og

miðlavand fólk, sum tá verða vald, meðan vanligi føroyingurin í útjaðaranum

fer ikki at verða sæddur ella hoyrdur í einum valstríði, tíansheldur valdur.

 

Og so eru eisini tey sum siga, at eitt valdømi fer at gagna javnstøðuni, so

fleiri kvinnur verða valdar. Altso at verða ein fyrimunur fyri javnstøðuna,

ið sum kunnugt hevur sera trong kor her á landi.

 

Fyri Miðlahúsið sum kjakforum hevur tað alstóran týdning, at allar áskoðanir fáa rúmd. Tí

er tað okkum ein heiður at leggja pall til livandi orðaskifti um aktuell

mál, sum vónandi fáa rúmd í øllum fjølmiðlum. Vónin er, at Trapputingið um eitt

valdømi mánakvøldið er við til at leggja lunnar undir orðaskiftið í løgtinginum týsmorgunin.

 

Eitt av endamálunum við Trapputinginum í Miðlahúsinum, sum er ein táttur, ið vit fara at menna, er nettupp at geva okkara fólkavaldu politikarum høvi at hoyra, hvat vanligi føroyingurin heldur um eitt mál ella eitt lógaruppskot, sum tingfólk so dagin eftir skulu til at umrøða í tí veruliga tinginum, løgtinginum. Vit vóna, at Trapputingið kann vera eitt íkast ella eitt forum, har vit megna at byggja brýr millum vanliga føroyingin og landsins ting. Har øll sjónvarmið og argument koma fram. Kann hetta so hava við sær, at tingfólk eru betri ílætin til tað veruliga orðaskiftið á tingi, so hava vit rokkið málið: at brúka Miðlahúsið sum fólksins meiningsforum.

 

Øll hava vit gagn av at siga okkara hugsan, og ikki minst hava vit øll gagn av at hoyra áskoðanina hjá

øðrum. Eisini um eitt valdømi.

 

Sosialurin